Hækka grundarupphæddina og avtaka mótrokningina fyri arbeiðsinntøku

21. august 2019



Ein dagin møtti eg einum sera raskum manni‚ sum nýligani er vorðin pensiónist. Vit komu í gott prát og eg spurdi hann um‚ hvussu gekst við útróðrinum. Hann segði‚ at tað tíverri ikki loysti seg at fara til útróðrar‚ tí at fyri hvørja 10 krónu hann forvann‚ fekk hann bara útgoldið 2 krónur ......

 

Henda mótrokning fyri arbeiðsinntøku ger‚ at mong eldri‚ sum annars eru væl fyri og gjarna vilja arbeiða‚ ikki fara til arbeiðis‚ av teirri einfaldu orsøk‚ at tað ikki loysir seg.

Hetta er hvørki virðiligt ella skilagott.

 

Í hesum tíðum við manglandi arbeiðsmegi‚ er tað óskiljandi‚ at vit ikki megna at síggja potentialið í okkara eldru‚ sum hava lívslangar royndir innan arbeiðsmarknaðin. Hví ikki geva teimum‚ sum hava heilsu til tað og ynskja tað‚ møguleika at koma aftur á arbeiðsmarknaðin undir virðiligum korum‚ eins og vit onnur.

 

Vit hava hoyrt so nógv hesi seinastu árini um‚ at nú mugu vit geva okkara eldru virðilig kor‚ men tíverri er ikki so nógv komið burturúr.

 

Nú verður tó vekt løgd aftanfyri orðini. Grundarupphæddin skal hækkast við 580 krónum um mánaðin til hvønn pensiónist og mótrokningin skal takast burtur. So at ein pensiónistur‚ sum er væl fyri og hevur hug at forvinna sær nøkur oyru‚ skal kunna gera tað‚ uttan at verða mótroknaður í pensiónini.

 

Verði eg valdur á ting‚ so vil eg saman við Sambandsflokkinum‚ vera við til:

 

- at grundarupphæddin verður hækkað við 580 krónum

- at mótrokningin fyri arbeiðsinntøku verður strikað

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur