Hvør skal vera um okkara gomlu?

22. august 2019



Miðallivialdurin her á landi er ein av teim hægstu. Tað eru vit stolt av og hava øll vónir um sjálvi at náa høgan aldur, tí alternativið er ikki so freistandi.

 

Tað er tó framvegis soleiðis, at nógv av teimum eldru, sum tørva hjálp í gerandisdegnum til at megna virðiliga lívið, ikki fáa nøktandi hjálp. Heimatænasta og heimahjálp eru skorðnar inn á bein í nógvum kommunum og tey sum hava tørv á at koma á røktarheim ella sambýlir, mugu mangan bíða í órímuliga langa tíð, tí tað er ikki lagt upp fyri at nøkta tann tørvin sum er.

 

Hetta er mangan tyngjandi fyri tey eldru og teirra avvarðandi og eitt dømi um manglandi raðfesting og tilrættisleggjan hjá kommununum.

 

Samstundis vísir tað seg, at tað eru sera torført at fáa nóg mikið av starvsfólkum til at taka sær av røkt og hjálp til tey eldru, og nógvastaðni er langt millum tey faklærdu fólkini, sum starvast á eldraøkinum. Dag og dagliga er torført at manna vaktirnar, og fleiri fólk sita ein stóran part av degnum og ringja runt til fólk ymsastaðni í landinum um tey ikki kunnu lokkast til at taka onkra vaktina.

 

Nú samfelagshjólini mæla so skjótt er tørvur á arbeiðsmegi allastaðni, og láglønarøkini innan røkt og umsorgan vera við sviðið soð. Myndugleikarnir hava forsømt at leggja upp fyri vaksandi talinum av eldri borgarum við at økja um talið av fólki, sum verða útbúgvin til at átaka sær hesar fakligu uppgávurnar. Eins og á øðrum økjum, so verður allarhelst neyðugt at innflyta arbeiðsmegi at hjálpa teim føroysku ommunum og abbunum, sum ikki megna tilveruna sjálvi.

 

Fyri at minka um tørvin á at innflyta arbeiðsorku til hetta, mugu vit sum skjótast styrkja okkara útbúgvingar á røktar- og umsorganarøkinum eins og vit mugu styrkja tey tilboð, sum eru til okkara eldru borgarar og leggja afturat, har sum tørvur er.

 

Eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, men tað er sanniliga eisini neyðugt, at tað frá landsins síðu verða sett mál og krøv á økinum, tí annars verður alt ov stórur munur á tænastunum, alt eftir hvar í landinum tey eldru búgva. Tá tað snýr seg um útbúgvingar á økinum og førleikamenningar er neyðugt, at hetta verður samkipað av landinum.

 

Sambandsflokkurin metir tað vera eitt týdningarmikið mál, at skipa so fyri, at aldurdómurin er virðiligur og tryggur.

 

Tí vil ein atkvøða til mín, eisini verða ein virkin atkvøða fyri virðiligum viðurskiftum til okkum, tá vit eldast.

 

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur