Ferðing í føroysku náttúruni skipast betri

22. august 2019



Ferðavinnan hevur merglop/ “vokseværk“

Tað ljóðar sum øll ferðavinnan í Føroyum liggur í andaleypi og er í kreppu - tað er als ikki veruleikin. 

 

Veruleikin er tann, at ein partur av ferðavinnuni ikki er skipaður nóg væl, serliga tá talan er um at ferðast í náttúruni runt um í landinum - í høgunum, í fjøllunum, oman í fjørðuna o.a. Hetta er komið meira týðuliga til sjóndar, av tí, at talið á ferðafólkum er støðugt í vøkstri.

 

Gongdin í ferðavinnuni fylgir væl tí menningar- og vakstrategi, sum eg sjálvur var við til at seta í verk - tað hevur gingið væl og tí hava vit egentliga ein postitivan trupulleika. Ferðavinnan er komin fyri at vera, og er ein av okkara høvuðsvinnum.

 

Ferðavinnan vita vit er í einari uppbyggingarfasu og støðan, sum nú er íkomin við, at tað vanta skipanir, mannagongdir og reglur fyri, hvussu vit føroyingar og útlendingar ferðast í okkara náttúru kring landið, skal loysast fyri seg. Hetta eru eisini avbjóðingar, sum onnur lond hava og sum nøkur hava loyst við greiðari lóggávu og serligum skipanum.

 

Landsstýrið onki gjørt

Tað, sum kann tykjast løgið er, at landsstýrið onki sum helst hevur gjørt fyri at loysa trupulleikarnar, men hevur blakað málið út til almenningin til øsing og ósemju. Hetta kaos stendur við og versnar.

 

Hesar avbjóðingar ella trupulleikar, sum eru vorðir alt meira átroðkandi at loysa, eru partur av innlendismenningini í ferðavinnuni.

 

Politiski myndugleikin hevur alla ábyrgdina av, at málið er farið av sporinum. Landsstýrið hevur sovið í tímanum og ikki havt dirvið at møta teimum áhugabólkum, sum kunnu vera við til at loysa uppgávuna at skapa meira greið og skipaði viðurskifti, júst á hesum økinum.

 

Tað er ikki mangul uppá góð hugskot og øll vilja tað besta, men onki hendir - tosað verður bara víðari og frustratiónirnar halda fram og vaksa. Onkur hevur enntá valt at taka málið í egnar hendur.

 

Støðan í ferðavinnuni má ikki enda við einum kjaki og ósemjum, og politiskum ráðaloysi. Vit hava upplivað politisk stórmál, sum eru forsømd og sum politiska skipanin sera illa hevur megnað at loyst, t.d. fiskivinnunýskipanin tók umleið 10 ár og pensjónsnýskipanin tók umleið 30 ár.

 

Uppskot um loysn

Arbeiðið at fáa skil uppá ferðing í náttúruni eigur beinanvegin at verða skipað sum ein verkætlan, sum verður fyrireikað væl, við greiningum av støðuni, uppseting av møguligum loysnum, eitt tilmæli og lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið. Frágreiðing verður síðan løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskifti saman við lógaruppskoti. Gjørdur verður ein greiður arbeiðssetningurin til prosjektbólkin, sum skal greinað og stýra arbeiðinum.

 

Í arbeiðinum skal hædd takast fyri hvørsmansrættinum til náttúruna, vernd av náttúruni, trygd og tilbúgving, skilja millum privata og vinnuliga ferðing, felags gjaldsskipan, ein skipan skal verða galdandi fyri alt landið, spjaða ferðavinnuna kring alt landið o.a.

 

Vit skulu hava eina burðardygga ferðavinnu.

 

Landsstýrismaðurin ella aðalráð fær prosjektábyrgdina, og prosjektleiðslan verður løgd til ein fakbólk, mannaður við m.a. fólkum úr ferða- og landbúnaðarvinnuni, og undir formansleiðslu av einum óheftum fakligum persóni. Harafturat skulu allir viðkomandi áhugabólkar verða umboðaðir í arbeiðinum við at koma við upplýsingum, vitan og hugskotum.

 

Verkætlanararbeiðið skal verða liðugt í so góðari tíð, at eitt nýtt lógargrundarlag fyriliggur, áðrenn summarið byrjar í 2020.

 

Ferðavinnan er komin fyri at vera

Eg fari at loyva mær at endurgeva nøkur av teimum, sum mynda føroyska ferðavinnu, um týdningin av ferðavinnuni fyri Føroyar, føroyingar og føroyska vinnu.

 

“Ferðavinnan skapar nýtt grundarlag og størri fíggjarligt rásarúm at virka sum bóndi á bygd.” Tróndur í Bú, bóndi og útleigari av frítíðarhúsum, Bøur

 

“Ferðavinnan ger ferðaseðlarnar munandi bíligari fyri okkum føroyingar.” Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

 

“60% av matstovunum í Føroyum høvdu stongt, um eingin ferðavinna var.” Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist

 

--------

 

Eg vil gera mítt til, at ferðavinnan og upplivingarvinnan í Føroyum framhaldandi kann mennast og vaksa, soleiðis at vit fáa skapt enn fleiri nýggj og spennandi arbeiðspláss - alt undir skipaðum viðurskiftum og á burðardyggum grundarlag.

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur