
Fíggjamálaráðharrin “på glat is”
23. august 2019
Eg varð ikki sørt bilsin, tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at føroysk realkreditt-lánsbrøv skulu fíggja bústaðir. Víðari sigur hon, at tá kunna íleggjarar, heldur enn at seta peningin í útlendsk lánsbrøv og útlendska bústaðarbygging, seta part av kapitalinum í bygging av bústøðum í Føroyum.
At skapa ein marknað í Føroyum við føroyskum realkreditt-lánsbrøvum er skilaleyst, tí sethúsamarknaðurin er lítil, marknaðurin fyri keyp og sølu av lánsbrøvum er harvið eisini lítil og samfelagsbúskapurin viðbrekin við stórum sveiggjum.
Eitt slíkt fíggjarprodukt í Føroyum vil verða high-risk at plasera pening í.
Tá politikarar fara at spæla hazard við pengum og spæla bankastjórar, tá er vandi á ferð.
Politikarar skulu skapa karmar og lata tey kompetentu fólkini innan banka- og fíggjarstovnar taka sær av hasum - tað hava tey skil fyri.
Jú, meiningin er góð nokk, men eitt slíkt fíggjarprodukt er óegnað til føroyska bústaðarmarknaðin.
Annfinn Brekkstein
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
RN
Aftur