Enn ein lítil fitt søga

24. august 2019



Eftir at hava hoyrt Paula T. Petersen ígjárkvøldið 23.08.2019 greiða frá eini soo fittari søgu um Bárður, rann mær í hug eina aðra soo fitta søgu. Í hesum føri eru tølini harafturat røtt:

 

Eg skal royna at endurgeva orðarætt:

 

Ímeðan pápin ein morgun smurdi matpakkan, spurdi dóttirin:

 

Hví grenja føroyingar um at gjalda bara 20, 100, 300 krónur í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum?

 

Pápin: Jú, tað skal eg siga tær. Har velja tey serliga Samband og Fólkaflokk, og tí skulu tey straffast. Á hendan hátt fáa vit eisini 40 mió. kr. eyka inn árliga.

 

Dótturin: Hvat kostaðu tunlarnir?

 

Pápin: 280 + 395 mió. kr. Tú dugir so væl at rokna, so tú veit at tað eru 675 mió. kr.

 

Dótturin: Hvussu nógv hava tey goldið higartil fyri tunnilin?

 

Pápin: Tey hava bara goldið 500 mió. kr. í Vágatunlinum og 658 mió. kr. í Norðoyatunlinum ella uml 1200 mió. kr.

 

Dótturin: Jamen, so hava tey goldið tunlarnar 2 ferðir aftur, ha?

 

Pápin: Ja, babba heldur, at tú er soo gløgg. Men tey skulu eisini gjalda partapeningin, tey longu einaferð hava goldið um skattin, einaferð afturat í bummpengum.

 

Dótturin: Hvussu nógv hava tey, tá goldið?

 

Pápin: Tá hava tey goldið 2200 mió. kr. Ella áleið tað sama sum bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil tilsamans kosta at gera.

 

Dótturin:  Tá hava tey goldið tunlarnar næstan 4 ferðir aftur. Er tað ikki skeivt, tá allir aðrir tunlar eru goldnir 100% av landinum og eru ókeypis at koyra ígjøgnum?

 

Pápin: Nú spyrt tú meira enn gott er.  Men sjálvt um tað er knallandi órættur, so er tað solidariskt. Eg havi verið einaferð í Klaksvík seinastu 10 árini, so vit gjalda eisini solidariskt.

 

Dótturin: Hvat er solidaritetur?

 

Pápin: Babba letur hini gjalda, so at vit sleppa undan at gjalda! 

 

Tá segði Dótturin eftir umhugsan: Tað skilji eg ikki.

 

Og tað geri eg heldur ikki.

 

Marjus Dam

fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

(Pápin=samgongan ímillum Javna, Tjóðveldi og Framsókn)


RN


Aftur