Skulu hava fleiri vardar bústaðir

26. august 2019



Tað er sera stórur tørvur á bústøðum til fólk við menningartarni.

 

Nógv mugu búgva rættiliga leingi heima hjá foreldrunum, og hava lítlan og ongan møguleika at velja bústað.

 

Sera fáir ungdómsbústaðir eru, og tað er at harmast um, tí so er trupult at læra at blíva, so sjálvstøðugur sum til ber.

 

Latið okkum minka bíðilistarnir og geva fólki nýtt mót um bústað.

 

Fyri at minka um bíðilistar til bústaðir, so má og skal ferð koma á at byggja búfelagsskapir og sambýlir. 

 

Sambandsflokkurin vil raðfesta at byggja vardar bústaðir. Hettar kann ikki bíða longur. Nakað er gjørt, men langt er eftir á mál.

 

Hetta er eitt av mínum mongu hjartamálum, sum eg vil arbeiða hart fyri, um eg verði vald á Løgting 31/8.

 

Edva Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur