Tað gráa gullið - arbeiðssemi skal loysa seg

26. august 2019



Tey, sum eru uppi í eftirlønarárunum eru gull verd uppá allar mátar. Tey hava strevast og stríðst fyri seg. Nógv av teimum eru farin til arbeiðis sum 13-14 ára gomul og hava tí lítla ella onga eftirløn. Hetta vilja vit í sambandsflokkinum gera nakað við.

 

Við at hækka grundupphæddina til fólkapensiónistar við 580 kr. mánaðarliga, so at samlaða grundupphæddin fyri støk gerst 4.169 kr. og giftar fólkapensjónistar 3.313 kr. um mánaðin.

 

Um tað er onkur, sum hevur hug og megi at arbeiða nakrar tímar um dagin ella um vikuna, í feriu ella vikuskiftum, so skal hetta kunna lata seg gera, uttan mótrokning og niðurtrapping av viðbótini.

 

Føroyski arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, eisini teimum við góðum royndum. Eg fari saman við Sambandsflokkinum at arbeiða fyri, at pensiónisturin ikki verður mótroknaður í sínari pensión í sambandi við lønarútgjald av A-inntøku.

 

Øll hava rætt til ein virðiligan aldurdóm - eisini á arbeiðsmarknaðinum.

 

Set x við lista B tann 31. august.

 

Sunneva Simonsen Ludvig

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur