Frá yngri til eldri

27. august 2019



Sambandsflokkurin hevur í sínari valskrá tvey evni, sum ungar barnafamiljur og pensiónistar okkara kunnu gleðast um.

 

Flokkurin ynskir, at barnafrádrátturin skal hækka við kr. 2.000 í landsskattinum pr. barn, soleiðis at tað gerst lættari hjá hart spentum barnafamiljum at búleikast.

 

Somuleiðis ynskir Sambandsflokkurin at betra um fíggarliga rásarúmið hjá pensiónistum okkara við at hækka grundupphæddina við 580 kr. og við at taka mótrokningina fyri eykainntøku burtur, so tey, ið kunnu og hava hug til at vera virkin innan arbeiðsmarknaðin, skulu hava møguleika fyri tí, uttan at tað kemur at ávirka pensiónsgjaldið.

 

Støðan í landinum ger, at tørvur er á nógvum góðum hondum. Arbeiðsmegi verður innflutt í hópatali, serliga innan handverkaravinnuna, meðan vælvirkandi og røsk fólk verða send til hús, tí hesi hava nátt seinasta søludag. Hetta er ikki neyðugt. Ynskja fólk at arbeiða aftaná, at tey eru fylt 67 ár, eigur tað ikki at kosta teimum eyka og soleiðis ganga útyvir trivnaðin hjá teimum.

 

Hagtøl vísa, at livialdurin í Føroyum er hækkaður. Nøkur klára seg ikki við pensiónsupphæddini, meðan onnur eru so mikið væl fyri, at tey bara ynskja at halda fram á arbeiðsmarknaðinum. At nøgdsemi fyri fleiri borgarar gerst betri, er bara av tí góða.

 

X við Sambandsflokkin

 

Alvi Mortensen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur