Vetrarfrí - ein hart tiltrongd frítíð

27. august 2019



Vetrarfrí skuldi aftur blivið ein frítíð, ið børnini og familjan kundi notið saman. Hetta er avgjørt ein hart tiltrongd frítíð. Vetrardagarnir eru myrkir og ofta er tað harðveðursligt. Hví ikki brúka eina viku av vetrinum til familjuhugna‚ antin heima ella uttanlanda.

 

Vetrarfrítíðin verður brúkt í øllum okkara grannalondum og er hon í eina viku. Í Danmark er hon í viku 7 ella 8 og tað kundi í grundini verið tað sama hjá okkum.

 

Tað er blivið meira og meira vanligt hesi seinastu árini, at føroyingar ferðast í egnum landi um summarið, so møguleikin at kunna fara uttanlanda um veturin og fáa sól, ljós og hita, gerst altsamt meir freistandi.

 

Eg fari at arbeiða fyri, at vetrarfrítíðin aftur verður sett á skrá í fólkaskúlanum, um eg verði valdur á ting.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur