El-ferja til Nólsoyarleiðina

28. august 2019



Sum oyggjasamfelag er tað stór skomm, at ferjurnar, sum sigla millum oyggjarnar, eru um at detta sundur av elli. Tær eru hvørki tíðarhóskandi, lekrar ella orkuvinarligar. Men sum orðatakið sigur, so er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

 

Ein nýggj el-ferja er sett í sigling millum Ærø og Als, og sær tað út til, at hetta hevur eydnast væl. Stóri fyrimunurin er ein stór minking av CO2-útlátinum, og jú meira skipið kann løðast við grønari orku, jú meira orkuvinarligt er tað.

 

Einaferð vóru ætlanir um at finna eina orkuvinarliga ferju til Nólsoyarleiðina. Nú haldi eg rætta løtan er komin at taka hetta upp aftur. Tað almenna má ganga á odda í skiftinum til grønari orku, og tað er avgjørt ikki nakað, sum vit eru komin nóg langt við, um vit ætlað at verða munandi meira grøn í 2030.

 

Eg meini, at vit eiga at fáa bygt eina nýggja el-ferju til Nólsoyarleiðina.

 

Ingi Mittún
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur