Eitt burðardyggari samfelag

28. august 2019



Eg vil arbeiða fyri einum burðardyggari samfelagi og at heimsmálini fyri burðardyggari menning verða vird, tá samfelagið verður útbygt og ment, m.a. við at umskipa orkuframleiðsluna og orkunýtsluna til at vera burðardyggari.

 

Tey 17 heimsmálini

Við teimum 17 heimsmálunum fyri burðardyggari menning hevur ST millum annað sett mál fyri, at tað hvørki skal vera fátækradømi (mál nr. 1) ella hungur til í heiminum (mál nr. 2), og at øll skulu hava atgongd til reint vatn (mál nr. 6) og dygdargóða útbúgving (mál nr. 4). Tílíkt, sum vit taka sum eina sjálvfylgju í okkara parti av heiminum. Nøkur av heimsmálunum stríðast vit sum samfelag við fyri at kunna liva upp til, so sum javnstøðu millum kyn (mál nr. 5), minni ójavna (mál nr. 10) og burðardyggar býir og býlingar (mál nr. 11).

 

Fyri nøkur av heimsmálunum skulu vit í Føroyum gera meira fyri at flyta okkum á rætta leið. Fyri okkum sum fiskivinnutjóð og við sera stórum sjóøki er upplagt, at vit gera tað, sum vit kunnu, fyri at liva upp til heimsmál nr. 14, sum er um lívið í havinum. Og heimsmál nr. 15 um lívið á landi hevur stóran týdning fyri okkum øll, og vit skulu ikki taka tað sum eina sjálvfylgju, at okkara eftirkomarar eisini koma at búgva í einum landi við sjálsama vakrari og fjølbroyttari náttúru, soleiðis sum vit gera.

 

Eg vil niðanfyri eisini vísa á mál nr. 12 um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu, og mál nr. 7 um burðardygga orku, sum eg haldi, at vit skulu seta meira fokus á.

 

 

Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Vit eru við at gerast meira tilvitaði um, at tilfeingið er avmarkað, og at mark er fyri, hvussu nógv dálking og burturkast, ið natúran kann taka ímóti. Um ólavsøkuleitið náddi nýtslan av tilfeingi á jørðini tí nøgd, sum jørðin kann endurskapa í ár. Tað er einki nýtt í hesum, tí vit hava hvørt ár seinastu 50 árini brúkt meira, enn natúran megnar at endurskapa. Men dagurin fyri, nær hetta markið verður nátt, kemur fyrr hvørt ár. Í ár hendi hetta tríggjar dagar fyrr enn í 2018. Hóast okkara partur av nýtsluni er sera lítil í mun til restina av heiminum, so eiga vit í okkara landi at vera tilvitaði um at avmarka nýtsluna, og at burðardygg nýtsla og framleiðsla í okkara tíð er avgerandi fyri, hvussu næstu ættarliðini kunnu liva.

 

Tað er blivið ein sjálvfylgja, at vit rudda upp eftir okkum og skilja okkara burturkast, so størsti parturin av burturkastinum kann endurnýtast. Tað er fokus á at burturkast ikki liggur og sløðist í náttúrunu. Tá fjølmiðlar varpa ljós á dálking í natúruni, verður nakað gjørt við tað. Hugburðurin nú á døgum er í flestu førum, at vit ikki skulu dálka. Hendan hugburðin skulu vit halda fast í og fáa ruddað upp í gomlum umhvørvissyndum, so vit ikki aftur skulu uppliva, at tað flýtur við strendur okkara við gomlum plasti, sum ikki er burturbeint á rættan hátt.

 

Burðardygg orka

Vit verða noydd at flyta okkum skjótari fram móti, at samfelagið verður rikið við burðardyggum orkuloysnum. Størri ferð eigur at verað sett á elektrifiseringina og at elframleiðslan verður gjørd við burðardyggum loysnum, so sum við vindmyllum, Pumped Storage (PTS) og sólorku.

 

Tá brúkararnir fáa valmøguleikan, har tað ómakaleyst og uttan at tað kostar ov nógv ber til at skifta frá dálkandi orkuloysnum til varðandi, grønar loysnir, so vilja flest øll velja grønu loysnina. Bæði til at hita sethús og virkisbygningar við, og eisini til bilarnar. Men í mongum førum er tað trupult og kostnaðarmikið at velja grønu orkuloysnirnar, framum tær meira dálkandi.

 

Sum samfelag eiga vit at stuðla undir hetta umskifti, soleiðis at tað ikki verður ein fíggjarlig byrða hjá einstaka borgaranum at velja grønar orkuloysnir. Tað er ábyrgdin hjá teimum, sum leiða, at taka avgerðir, sum gera samfelagið meira burðardygt. Hesum vil eg arbeiða fyri.

 

Allan Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur