Barnafrádráttur og ansing - hettar kunnu vit gera betri

28. august 2019



Sambandsflokkurin vil taka hond um barnafamiljuna, við at hækka barnafrádráttin við 2000 krónum um árið, fyri hvørt barnið. Hetta fer heilt sikkurt at hjálpa væl til hjá øllum føroyskum barnafamiljum.

 

Tað kann mangan verða ringt at fáa alt at hanga saman fíggjarliga, eisini tá ið tíðirnar eru góðar, sum tær eru í dag. Hettar m.a. tí at húsaprísirnir eru so høgir, um alt landið.

 

Barnafamiljurnar hava so nógvar ymiskar útreiðslur, sum man eisini skal megna. Tí fer hækkingin av barnafrádráttinum á 2000 kr at muna væl, og verða ein stór hjálp hjá barnafamiljunum.

 

Eisini fer sambandsflokkurin at leita eftir eini loysn til barnaansing, uttan fyri vanligar arbeiðistíðir, soleiðis at tey foreldur, sum arbeiða kvøld og náttarvaktir eisini hava møguleika at fáa børn síni ansaði. Hettar krevur tó, at man fyrst kannar tørvin á einum tílíkum tilboði, og síðani at man saman við Pedagogfelaganum og kommunum í felag finna eina skilagóða loysn. Hetta merkir óivað broytingar í Dagstovnalógini og tað fer Sambandsflokkurin at arbeiða fyri.  
 

Sambandsflokkurin vil rudda slóð fyri einum enn betri og vælvirkandi familjulívi, í einum vælferða samfelag á hædd við okkara grannalond, har øll hava møguleikar at seta búgv, trívast og mennast.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur