Føroyar ikki fyri deyv - ikki góður politikkur

29. august 2019



Hetta uppáhald seti eg til politikarar og føroyingar.

 

Eg eri eitt valevni fyri Sambandsflokkin, og eg takki Sambandsflokkinum fyri alla hjálpina tit hava veitt mær.

 

Men av onkrari orsøk sær politikkurin í Føroyum ikki út til at fáa øll fólk í føroyska samfelagum at trívast.

 

Tí, eg havi ikki følt meg ein partur av samfelagnum sum valevni. Hetta hevur onki við Sambandsflokkin at gera, tí tað er ein politisk avgerð.

 

Ja, ein politiskur spurningur, tí at trivnaðurin ikki var uppfyltur. Tá eitt valevni stillar upp, skal hon fáa loyvi at hoyra allar valfundir, pallborðsfundir, tíðindafundir, cafeteriu-prát, busstúrar og at práta við fólki o.m.a. og síðan sleppa at tosa sjálv. Eitt valevni, skal ikki føla seg uttanfyri valið.

 

Tó skal valevnið, royna seg so nógv sum gjørligt, at luttaka og vísa seg fram og kunna práta við fólki, sum man vil sjálvur. Akkurát  hetta valevnið fekk ongan møguleika,  hvørki av hesum ella at hoyra onnur práta.

 

Hví? Jú, orsakað av manglandi nøgd av teknmálstulkum í Føroyum - alt ov fáir tulkar.

 

Vit royndu at bíleggja tulk til hvørt einasta tiltak, sum Sambandsflokkurin var boðin til, men allir tulkar vóru upptiknir.

 

Ein kann siga, at bíðilistin hjá Tulkatænastuni var langur, og tey, sum bíløgdu vikuna frammanundan, høvdu fyrstu rætt til at fáa tulk. Sambandsflokkurin fekk "100 innbjóðingar" uppá ein dag og sama dag bjóðaðu tey mær og øll hini í Sambandsflokkinum. Tí stóð eg við stórum spurnartekni, eg ypti øksl og visti beinavegin, nei nei ongan kjans at fáa tulk. Eg visti beinanvegin, at eg ikki kundi verða við, tí so fekk eg onki burturúr. Eri eg so ein partur av tí føroyska samfelaginum?

 

Sum tit áður hava hoyrt, so havi eg niðursettað hoyrn, og eg hoyri nærum 95 desibel og eri so at siga “deyv”, hóast eg kann munnavlesa og svara aftur við talimáli.

 

Men, tá man er sooo deyvur, so kostar tað at verða deyvur í Føroyum. Ja, tað kostar at lurta eftir, hvat ið onnur fólk ynskja at siga við meg, tað kostar dupult hjá mær at luttaka í einum skeiði, tað kostar at fara við Sambandsbussi til Suðroyar, tað kostar at ferðast,  um eg vildi hoyrt fólki fortelja mær um teirri mentan uttalanda umvegis tulk, tað kostar tað kostar osfr.

 

Í hesum førum, sum eg nevndi omanfyri meini eg við, at tulkur kostar so nógv! Ja, bara  ein teknmálstulkur, sum umsetur bæði talumál til teknmál og umvent, kostar fyri ein tíma 525 kr.

 

Eg kann ikki gera við, at eg eri fødd deyv. Eg eri ikki kedd av at verða fødd deyv, men eg eri eisini føroyingur og eg blívi mest irriterað, frustrerað ótolin, og nógv annað, tí ongin tulkur er at fáa, so eg kann “hoyra” ymiskt samskifti, sum til dømis, talur, flenna, syngja, gráta, njósa, skrála osfr. Eg eri so fresh og til reiðar at luttaka og verða við í øllum sum helst, tað havi eg altíð gjørt alt mítt lív. Ja, siti nú sum ein dukka og onki fingið burturúr. Tað er totalt galið, tí vil eg, at hesin føringurin skal takast av álvara.

 

Tí stilli eg meg fram sum eitt valevni, og ynski at vísa føroyingum, hvussu nógv vit hava “hoyrt” tykkum sjálvt um vit eru deyv, og tí vil eg, at tit í føroyska samfelagnum eiga tørn at “hoyra og síggja” okkum, at vit tørva fleiri teknmálstulkar, soleiðis at vit kunnu taka fult lut í samfelagnum.

 

Eg má siga beinanveg, at í Føroyum eru 5 teknmálstulkar og ein avloysari, og allir arbeiða 40 tímar um vikuna. Síðan eg gjørdist valevni fyri Sambandsflokkin, var ómøguligt hjá mær at fáa nakran tulk. Hetta er ikki í lagi, og fari eg vegna Sambandsflokkin, at arbeiða við hesum hjartamálum.

 

Fólk í KVF-síðuni á Facebook, hava kjakast aftur og fram, um hvussu órættvíst hetta hevur verið, at ein deyvur sat uttan tulk í sjónvarpinum, tá Andglettur var. Ja, hetta var eg, sum havi sitið tríggjar ferðir í Andgletti sendingum, men tvær tær seinastu ferðirnar, havi eg biðið um at fáa sjónvarpsskíggja settan upp, so eg kundi síggja tulkin á skíggjanum, og tað riggaði fínt. Men, eg kundi ongantíð sjálv koma við nøkrum spurningum ella tosa sjálv, tí ongin tulkur var á staðnum, sum kundi tulka alt mítt valstríð. Dømi. At tulka, hvat ið vertirnir ynsktu at eg kundi spyrja um, tí tað kostar.

 

Eg fari at biðja alt Føroya fólk, um at velja rætt og velja Sambandsflokkin, tí har eri eg eitt valevni, ið vil arbeiða fram ímóti at fáa meira fígging til hetta endamálið, og at fleiri føroyskir teknmálstulkar verða settir í starv, soleiðis at fólk við niðursettari hoyrn hava somu rættini og taka fult lut í samfelagnum sum allir aðrir føroyingar.

 

Meifríð Weihe Hansen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur