Nýggja barnaheimið skal byggjast á Sandoynni

29. august 2019



Ætlanin hevur verið at bygt nýtt barnaheim í Havn, tí har er lættari at koma til allar tær neyðugu tænasturnar.

 

Eg veit at nógvar tænastur eru í Havn‚ men Havnin er‚ eftir mínum tykki‚ blivin rættiliga tronglig. Tað, at tað tekur nógva tíð at koyra við bili gjøgnum Havnina í dag, er eingin loyna. Vit verða noydd at spjaða almenn arbeiðspláss út um Havnina‚ soleiðis at nakað av trýstinum á høvðusstaðin verður lækkað. Samstundis eru vit við til at birta lív í‚ kring landið.

 

Eg meti, at tað hevði verið ein skilagóð loysn at bygt hetta heimið á Sandoynni. Hetta er eitt hugskot sum Johan Dahl‚ valevni fyri Sambandsflokkin‚ er komin við í einum av sínum valgreinum. Á Sandoynni eru nógvir góðir møguleikar at byggja og eg kann hugsa mær, at eitt tílíkt heim hevði hóska væl til okkara náttúruvøkru oyggj. Eisini skal man hava fyri eygað‚ at landfast verður um sløk 4 ár. Tá eru vit øgiliga stutt frá Havnini og lætt verður at gera sær brúk av øllum teimum tænastum, sum høvuðstaðurin hevur at bjóða.

 

Projekteringin av Barnaheiminum er enn í umbúnað og verður neyvan liðugt‚ fyrrenn tunnilin er komin gott og væl í helvt. Ein skynsom loysn hevði verið at byrja tá‚ tvs. um eitt til tvey ár.

 

Tað er av stórum týdningi at almennar íløgur verða gjørdar um alt landið og eg meti‚ at hendan hóskar væl til Sandoynna.

 

Sámal Hanni Lognberg

Valevni fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur