Rósa spyr um børn og ung við álvarsligum trupulleikum

19. november 2019


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. november at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein munnligan fyrispurning um børn og ung við álvarsligum trupulleikum


Fyrispurningar til landsstýriskvinnuna:

 

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrskvinnan  um at seta í verk tilboð til ung, sum hava álvarsligar trupulleikar av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og víttfevnandi sálarligum- og sosialum trupulleikum?

 

2. Hvussu nógv ung er talan um, sum hava tørv á tilboðum?

 

3. Hvat er mettur kostnaður fyri nøktandi fyriskipan?

 

4. Verður peningur játtaður á komandi fíggjarlóg 2020?

 

5. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at hava eitt aðalorðaskifti um hetta evnið, og um, hvussu vit kunnu fyribyrgja, at børn og ung koma í álvarsligar støður?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at ein serfrøðingarbólkur hevur gjørt eitt tilmælið undir heitinum “Átak: Megna títt lív”, sum lýsir allir tættir og avbjóðingar, sum eru í samband við, at tað eru ung fólk í Føroyum, sum hava álvarsligar trupulleikar av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, og sálarligum og sosialum trupulleikum.

 

Í grundgevingini fyri, hví hetta arbeiði skuldi gerast stendur m.a., at orsøkirnar til, at ung fólk enda í slíkum støðum, eru sum oftast fleirfaldar og torgreiddar. Í fleiri førum er talan um børn, sum eru vaksin upp í illa virkandi familjum, har tey ikki hava fingið neyðugu umsorganina. Í øðrum førum er talan um børn við umfatandi sálarligum sjúkum ella ADHD, autismu, o.t., sum hava ilt við at fóta sær, tí tey ikki hava fingið røttu hjálpina rættstundis. Talan kann eisini vera um ung, sum ikki hava fingið staðfest nakra sálarliga sjúku ella diagnosu og sum eru vaksin upp í vælvirkandi familjum, men har talan kann vera um goymdar avbjóðingar, sum hava við sær, at tey koma á skeiva leið.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at tað er ikki rímuligt og rætt, at tey raktu og avvarðandi teirra, ferð eftir ferð noyðast at trína fram í almenna rúminum at greiða frá teimum álvarsligu trupulleikum, sum hava rakt tey og vantandi hjálpina frá almennari síðu - nú má farast til verka. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur