Eindarleiðsla á dagstovnaøkinum - ein skandala

27. november 2019



Dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu liggur í skeljasorli. Dag og dagliga ringja ørkymlaði foreldur og kæra sína neyð, tí tey merkja, at trivnaðurin er í botni. Henda støðan er íkomin aftaná, at Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn samtyktu at skipa dagstovnaøkið við “eindarleiðslu”. Ein politisk avgerð, sum bygdi á ein minimalan meiriluta í býráðnum.

 

Fráfallið og útskiftingin er met stór í starvsfólkahópinum á dagstovnunum - hjálparfólk og pedagogar støðast ikki. Í løtuni eru flestu portalar og bløð á tremur við lýsingum, har kommunan søkir eftir hjálparfólkum og pedagogum.

 

Tað seinasta eg havi upplivað er, at børnini ikki trívast og ikki vilja í barnagarð, so foreldrini í ringasta føri mugu hava barnið við sær til arbeiðis.

 

Tað, sum hendir er ein skandala fyri okkara komandi ættarlið - ein ringur startur á lívsleiðini. Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn hava raðfest eina umsiting hægri enn okkara børn og starvsfólk, sum dagliga og trúliga gera sítt ítasta fyri børn og foreldur.

 

Hjálparfólk og pedagogar gera alt tey eru ment, fyri at skapa teir røttu karmarnar og innihaldið fyri børnini, men fáa ikki neyðugu játtanina - hendan samgongan vil heldur koyra pengarnar til meira umsiting og fleiri fólk inn á umsitingarligu røkurnar, enn beinleiðis út á hvønn stovnin sær.

 

Børnini merkja ógvuliga væl, at starvsfólkini ikki trívast og tað er akkurát tað, sum vit uppliva hvønn dag - ein syrgilig støða anno 2019.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Aftur