Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

7. januar 2020


14. mars, kl. 19.00 - nu er klárt at melda seg til


Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygarkvøldið 14. mars 2020, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin í hølunum hjá Garpar - Klaksvíksvegur 72. Hølini eru beint við Hotel Klaksvík.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn.

 

Freistin at tekna seg er týsdagin 10. mars 2020.

 

Um fólk sjálvi ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Klaksvík, tlf. 455333, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinaliga

 

Sambandsflokkurin



Aftur