Johan Dahl spyr um útisiglarar og eftirlønargjald

17. januar 2020


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um útisiglarar og eftirlønarskipan. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta føroysku eftirlønarlógina, kunngerð til eftirlønarlógina ella dagføra norðurlendska sáttmálan, soleiðis at føroyskir útisiglarar sleppa undan at gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir?

 

2. Nær kann væntast ein loysn, so at greiða fæst á hesum málinum?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at føroyingar í starvi uttanlands ella føroyskir útisiglarar í t.d. Norra verða av TAKS kravdir eftirlønargjald av B-inntøku. Talan er um føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða uttanlands.

 

Støðan í løtuni er tann, at útisiglarar gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum og eina í Norra.

 

Tey, ið sigla undir DIS ella hava líknandi eftirlønarskipan sum í DIS, kunnu søkja um frítøku fyri inngjaldi til føroysku eftirlønarskipanina vísandi til § 1, stk. 9, í eftirlønarlógini við tilhoyrandi kunngerð.

 

Hinvegin, tey, ið sigla við norskum skipum ella arbeiða í Norra, rinda til Folketrygd og harvið vinna sær rætt til aldurspensjón har, kunnu ikki fáa frítøku sambært eftirlønarlógini. Tað ber ikki til hjá teimum at lúka sera neyvu treytirnar í eftirlønarlógini. Heldur ikki ber til at fáa frítøku sambært norðurlendsku konventiónini um sosiala trygging, tí føroyska eftirlønarlógin er ikki umfata av konventiónini.

 

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at Føroya Rættur hevur fyri stuttum staðfest, at inngjald til norska Folketrygd og uppsparing til aldurspensjón har, kann ikki veita frítøku fyri inngjaldi til føroysku eftirlønarskipanina eftir galdandi reglum. Harvið mugu hesir persónar gjalda til eftirløn í tveimum londum og mugu gjalda ein nógv størri part av sínari inntøku til eftirløn enn fólk flest. Um endamálið við eftirlønarlógini er at tryggja øllum eina nøktandi eftirløn, er endamálið hjá hesum tvífalt rokkið.

 

Henda ógreiða støða á eftirlønarøkinum fyri føroyingar í starvi uttanlands er ikki nøktandi við vantandi avgerð frá myndugleikunum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur