Aftursvar til Hervør Pálsdóttir - um heimleys í Føroyum

28. mai 2020



At lesa eina grein eftir Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, um, hvat vit skulu gera við tey heimleysu í Føroyum, uttan at gretta orð um tey tiltøk, sum dag og dagliga skulu virka fyri at veita teimum heimleysu hjálp, sum t.d. Blái Krossur Føroya, Frelsunarherurin, Herbergið, Heilbrigdi og onnur við, er als ikki í lagi.

 

Um Hervør Pálsdóttir veruliga vil arbeiða fyri teimum heimleysu í Føroyum, eigur hon at eisini at arbeiða fyri, at hesir felagsskapir fáa hægri játtanir, so tey kunnu arbeiða fyri teimum heimleysu.

 

Hesi góðu tiltøkini hava verið í gongd heilt aftur til, tá vit kundu skráseta heimleysar føroyingar á gøtuni, og tey hava tí gjørt eitt megnararbeiði. At siga, at ein myndugleiki skal setast á stovn, fyri at nakað skal henda á økinum er beinleiðis lygn. Hervør átti at sett seg inn í tað arbeiðið, sum verður gjørt dagliga.

 

At siga, at eingin hevur ábyrgdina av teimum heimleysu er eisini lygn. Ta ábyrgdina eigur Almannamálaráðið. Eg vil tí vísa til eitt álit, sum varð undirskrivað í 2005. Tey, sum skriva undir eru felagsskapir sum Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Blái Krossur Føroya, Frelsunarherurin, Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovan. Hesi øll virka hvønn dag fyri, at tey heimleysu fáa veitt hjálp. Les meira: Álit

 

Umframt tað yvirskipaðu ábyrgdina frá myndugleikanum, at tær breiðu herðarnar bera meir, hava vit øll ábyrgd fyri okkum sjálvum. Sjálvandi skulu tey, sum eru komin illa fyri hjálpast, men øll hava felagsábyrgd og sjálvsábyrgd í einum sunnum samfelag sum í Føroyum.

 

Til endans knýtir Hervør bústaðarneyðina inn í hetta evnið, og tað vísir eisini, hvussu lítið hon veit um hetta málið. Bústaðarneyð hevur einki at gera við, at fólk enda í heimloysi, tí tey hava sum oftast trupulleikar, sum fylla meir enn at fáa tak yvir høvdið.

 

Góða Hervør Pálsdóttir. Brúka heldur tína tíð og orku at arbeiða fyri, at Blái Krossur, Frelsunarherurin, Herbergið, Heilbrigdi, o.l. fáa eina hægri játtan fyri at bjarga teimum heimleysu í Føroyum. Tey hava veruliga brúk fyri hægri játtan.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur