Hervør - vit sita við valdinum og vit taka ábyrgd

30. mai 2020



Ongin sunt hugsandi persónur í einum vælferðasamfelag vil enda sum heimleysur. Ei heldur vil nakar ynskja tað fyri onnur.

 

Í fyrra aftursvarinum frá mær til Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu, varð víst á, at politiska ábyrgdin av teimum heimleysu liggur altso hjá Almannamálaráðnum.


Tað er at gleðast um, at vit eiga eldsálir, sum hava fingið nógv burturúr í nógv ár. Okkurt er sjálvboðið og okkurt er partvís sjálvboðið, har tey verða stuðlað ella fíggjað av ymiskum. Men at siga, at eingin hevur ábyrgdina er ikki rætt. Tí vildi eg eisini seta ljós á, at tað er ein yviskipað ábyrgd samantvinnað við, at vit eisini hava eina sjálvsábyrgd og eina ábyrgd yvirfyri okkara næsta.

 

Eg standi eisini fast við, at tað ikki er rætt á tí einu síðuni at tosa um heimleys vegna millum annað misnýtslu, og á hinari síðuni um bústaðarneyð orsakað av einari stórari tilflyting til Føroyar. Hetta er ikki eini og sami trupulleiki.

 

Her meti eg Hervør blandar tingini saman. Eg havi fleiri ferðir víst ein stóran bústaðartørv sum eina avbjóðing, sum undanfarnað samgonga ikki megnaði at loysa, og her krevur tað, at vit seta nøkur tiltøk í verk.

 

Tað verður arbeitt við einum uppskoti, sum verður klárt í heyst, har ætlanin er at gera korini nógv betri hjá teimum, sum mangla ein varandi bústað.

 

Her vil eg takka Hervør Pálsdóttir, fyri møguleikan við einari breiðari politiskari semju, tí eg eri sannførdur um, at vit øll ynskja, at øll í Føroyum eiga at hava ein fastan bústað.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 


RN


Aftur