Bara éina rehabiliteringsmiðstøð í Føroyum

8. juni 2020


Politiskt verður nú lagt upp til, at virksemið innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum verður enn meira spjatt, heldur enn savnað, og soleiðis verður ómøguligt at byggja nakað munagott upp við specialisering innan rehabilitering. Tørvur er á éinari rehabiliteringsmiðstøð í Føroyum - tað, sum nú hendir kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum


Samgonguavtalan

Eftir samgonguavtaluni skal rehabiliteringin styrkjast kring alt landið. Víðari stendur, at ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.

 

Eisini skal tilmælið fylgjast um rehabilitering av fólki við parkinson, sklerosu og øðrum neurologiskum avbjóðingum.

 

Harafturat skal viðlíkahaldsvenjing setast í verk sum skjótast.

 

Fólk við seinheilaskaða skulu fáa nøktandi tilboð.

 

Upplýsast kann, at játtaðar eru 2 mió. kr. til endurvenjing í 2020. Sambandsflokkurin gav lyfti í 2019 um at seta av munandi meira orku og pening komandi 5-10 árini til rehabilitering/ endurmenning.

 

Heilsuverkið tosar kortini ikki rehabilitering, men meira um likamliga endurvenjing, sum ikki er tað sama sum rehabilitering - rehabiliteringshugtakið fevnir um nógv meira, sí allýsing:

 

Rehabilitering er en målrettet og tidsbestemt samarbejdsproces mellem en borger, pårørende og fagfolk.

Formålet er at borgeren, som har eller er i risiko for at få betydelige begrænsninger i sin fysiske, psykiske og/eller sociale funktionsevne, opnår et selvstændigt og meningsfuldt liv.

Rehabilitering baseres på borgerens hele livssituation og beslutninger og består af en koordineret, sammenhængende og vidensbaseret indsats.

Kilde:
 Rehabilitering i Danmark - Hvidbog om rehabiliteringsbegrebet (pdf)
- Rehabiliteringsforum Danmark 2004

 

Sagt verður politiskt, at endurvenjing í sjúkrahúsverkinum skal raðfestast hægri, og játtanirnar skulu brúkast til at menna endurvenjingartilboðini úti á sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin, í samráð við Sjúkrahúsverk Føroya, tekur avgerð um, hvar endurvenjingar­tilboðini skulu verða staðsett og útreiðslurnar verða hildnar av hesi kontu. Í 2021 verður játtan so flutt út á tey einstøku sjúkrahúsini.

 

Eftir hesum, so verður hetta virksemið meira spjatt, heldur enn savnað, og soleiðis verður ómøguligt at byggja nakað munagott upp við specialisering innan økið o.a.

 

Rehabilitering krevur m.a. samskipan millum ráð og stovnar og hetta virkar ikki nóg væl - og fer neyvan heldur at at gera tað í framtíðini undir verandi fortreytum.

 

Neyðugt verður tí, at ein ítøkilig skipan við rehabilitering verður fyrireikað og sett á stovn. Hvat skipanin skal innihalda, skal fyrst takast støða til, og síðan á hvørjum sjúkrahúsi hetta virksemi hóskandi kundi veri, og verði útviklað til eitt speciali - og éina rehabiliteringsmiðstøð.

 

Ein slík sjálvstøðug special-eind innan økið við egnari leiðslu, kundi sprotti úr verandi umhørvi, t.v.s. verandi fakfóki innan júst hetta økið. 

 

Føroyskir sjúklingar taparar í politiska spælinum

Tað kann staðfestast ferð eftir ferð, at skipan av sjúkahúsverkinum handlar í sera stóran mun um lokal áhugamál - at halda fast við almenn arbeiðspláss og skattainntøkur. Hetta er á ein hátt til at skilja, men tá tað skal gerast uppá bekostning av sjúklinginum og tí bestu viðgerð, sum hesin eigur at fáa, ella i ringasta føri slettis ikki kann fáa, so er nakað spinnandi galið.

 

Málið ella meginreglan skal til eina og hvørja tíð vera, at sjúklingurin og bara sjúklingurin er í fokus, og ikki eitt lokalt øki ella ávisir politikarar.

 

Men vit mugu tíverri bara staðfesta, at sjúklingurin, nú vit skriva 2020, enn er taparin í einum endaleysum niðurbrótandi politiskum spæli um føroyska sjúkrahúsverkið.

 

Ein av álvarsligu avleiðingunum, at sjúkraviðgerðir og rehabilitering ikki virka nógv væl í almennum regi, er, at fólk og virki, vegna starvsfólk síni, ístaðin fara at tekna privatar sjúkratryggingar - og tað verður gjørt í nógvum førum longu nú. Á henda hátt verður alt sjúkrahúsverkið niðurlagað um nøkur fá ár.

 

Skipan av virkseminum í sjúkrahúsverkinum

Eftir menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið og samgonguavtalum gjøgnum nógvu árini, ja so skal arbeiðast við at skipa og býta virksemi upp í sjúkrahúsverkinum á ein slíkan hátt, at sjúklingurin er í fokus, dygdargóðar viðgerðir og viðgerðir lagdar í eina tryggja og fasta legu o.a. Onki av hesum verður gjørt - tvørturímóti verður tíð og orka framhaldandi brúkt upp á at klandrast og kosmetiskar loysnir.

 

Ein samansjóðing vita vit vildi havt við sær, at tilfeingi, bæði læknar, starvsfólk og pengar, vórðu brúktir meira skynsamt umframt skilagóðar íløgur í útgerð og tól, sum vit tá høvdu havt betur ráð til - umframt ein ørgrynna av sokallaðum synergieffektum.

 

Fyri mær, so virkar alt sjúkrahúsverkið sum, at tað liggur í meira og minni strategiskum leiðsluloysi og uttan kós - hetta prógva eisini allar tær útskiftingar, sum hava verið í t.d. leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, politiskar ósemjur umframt allar ósemjurnar innanhýsis í sjúkrahúsverkinum.

 

Sjúkrahúsverkið er framhaldandi ein parta- og lokalpolitisk kastibløka.

 

Éin høgt specialiserað rehabiliteringsmiðstøð

Tað er eftir hondini landfast fyri flest allar okkara íbúgvar og tí eigur tað at lata seg gera at skipa sjúkrahúsverkið meira rationelt til gagns fyri borgaran - og eftir hvat tað almenna hevur fíggjaliga orku til í einum so lítlum landi sum okkara.

 

Suðuroyggin er í einari serstøðu við sínari frástøðu til meginøkið, og tað ber væl til at gera eina serliga loysn fyri henda partin av sjúkrahúsverkinum.

 

Hví skulu vit annars hava éina og bara éina rehabiliteringsmiðstøð í Føroyum og savna orku pengar upp á bara hesa - og ikki fleiri ikki nøktandi viðgerðarstøð?

 

Nakrar týðandi orsøkir til bara at stovna éina rehabiliteringsmiðstøð eru t.d., at tað er einasti mátin at uppnáa bestu dygd í viðgerðunum, betri dygdargóð útgerð og tól, kann tiltrekkja og savna bestu vitanina, búskaparliga mest opitimalt, tryggjar líkastillað samstarv við rehabilteringsmiðstøðir í útlondunum - og sum rosinan í pilsuendanum og mest umráðandi - so kann ein slík rehabiliteringsmiðstøð nógv betri vera við til at gera nakrar av okkara illa stillaðu borgarum virkisførar aftur.

 

Eitt vita vit, og tað er, at tørvurin á rehabilitering er stórur í Føroyum og vit vita eisini, at tilboðini eru ikki nøktandi og nøkur fáa als onki tilboð um hjálp, hvørki likamliga, sálarliga ella sosialt og koma tískil ongantíð aftur út á arbeiðsmarknaðin ella at virka aftur í normala lívinum.

 

Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum i 2020, tí má ein munagóð heildarloysn finnast fyri hetta økið.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur