Vit halda røttu politisku kósina

26. juni 2020


Flest allir føroyingar hava seinastu 3 mánaðirnar upplivað gerandisdagin vendan meira og minni á høvdið í sambandi við knappliga íkomnu koronakreppuna, sum annars hevur herjað kring allan heimin. Eisini politiska arbeiðið hevur í stóran mun verið ávirkað av hesari støðuni, sum eisini hevur ment seg til eina hóttan móti heimsbúskapinum og sosiala dagligdegnum. Hóast broyttar umstøður, so verða vit noydd at koma víðari í samfelagnum og vinnuni - vit skulu ikki aka á botninum, vit skulu reisa okkum aftur, vit skulu á veingirnar aftur


Koronakreppan

Tað var ongin, sum við ársbyrjan kundi ímynda sær, hvat stóð fyri framman av avbjóðingum og trupulleikum, at ein umfarssótt soleiðis skuldi raka allan heimin og okkum sjálvi so hart og dygt.

 

Hetta kravdi sera góð og skjót umstillingarevni, bæði fyri borgarar, vinnuna og politisku skipanina, við tí endamáli at minka um skaðiligu árinini av tí, sum var í vænti.

 

Tíbetur hava vit klárað okkum rættuliga væl gjøgnum heilsuligu vandarnar av kreppuni. Ongin hevur latið lív í Føroyum vegna korona - og tað eri eg sjálvandi sera fegin um.

 

Øll í Føroyum hava gjørt sítt besta til góða úrslitið - takk fyri tað.

 

Fyri meg sum løgmann hevur tað havt týdning at kunna hugsavna meg heilt og raðfest og viðgjørt øll mál eftir bestu sannføring, sum eru komin á  mítt borð til støðutakan. So tá onkur heldur, at vit áttu at loyst tað og tað málið, og hví hendir onki í tí málinum, ja so er tað tí, at eg alla tíðina noyðist at hava eina heildarmynd framman fyri mær, sum tryggjar røttu og bestu loysnirnar fyri land og fólk. Vit tosa onkuntíð um nice to have or need to have - t.v.s. hvat kundu vit ynskt okkum og hvat er veruliga neyðugt at gera ella raðfesta.

 

Henda koronastøðan merkir kortini ikki, at Sambandsflokkurin og  samgongan hevur gloymt, hvat stendur fyri framman av politiskum málum at loysa og hvørji lyfti eru givin.

 

Koronastøðan hevur kravt av okkum øllum, at vit skuldu handla her og nú. Tekur eitt fiskiskip nógvan sjógv inn vegna leka, ja so verður fiskiskapurin steðgaður, til lekin er tettur - og alt er trygt umborð aftur.

 

Tað hevur sett síni serligu krøv at brúka politiskt hegni og royndir at leggja til rættis, organisera, leiða og stýra politiskt gjøgnum hesa kreppuna - og ikki minst tryggja breitt politiskt samstarv. Men bara eftirtíðin fer at vísa okkum, um hetta eydnaðist nóg væl - eg ivist kortini ikki í, at øll hava gjørt sítt besta.

 

Sæð í bakspeglinum vita vit, at tað í einari kreppustøðu altíð vil vera okkurt, sum kundi verið gjørt øðrvísi.

 

Sambandsflokkurin í samgongu - vit halda røttu politisku kósina

Sambandsflokkurin í samgongu hevur eina avtalu at halda seg til, og hon verður fylgd. Nøkur mál krevja sjálvandi eina drúgva fyrireiking og eru enn ikki búgvin til eina politiska viðgerð.

 

Vónandi verður eisini munandi meira pláss til at viðgera tey politisku málini, sum vit hava sett okkum fyri, nú Føroyar og umheimurin so líðandi fara at lata upp aftur samfeløgini og marknaðirnar.

 

Sambandsflokkurin hevur sett síni politisku fingramerki á samgongusamstarvið, og vit hava eisini ábyrgdina av nøkrum týðandi málsøkjum, sum veruliga hava týdning fyri menningina av vælferðarsamfelagnum og vinnuni.

 

Eg kann nevna,

- at arbeitt verður nú við fullari orku at stovna eina diabetesmiðstøð í Føroyum

- nýggj lóggáva verður løgd fram um náttúrumargfeldi

- CPR-nummur eru á veg fyri lesandi og heilsuverkið

- nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið í Vágum

- bústaðir til fólk við serligum tørvi og Bústaðir verður ein aktivur partur í at loysa bústaðaravbjóðingarnar

- ferð skal setast á orkuútbyggingar

- greiðari reglur skulu fáast fyri virksemi í ferðavinnuni

- fyrireikingar verða gjørdar til at styrkja viðgerðartrygd og rehabilitering

- ein nýggj fiskivinnulóggáva er avgreidd og vit síggja longu nú, at gjørdar verða stórar nýíløgur

 

Vit vilja tryggja okkum, at samfelagið ikki steðgar upp og at okkara kjarnuvælferðartænastur verða fyri afturstigi. Tað fer ein komandi fíggjarlóg 2021 eisini at taka atlit til og t.d. innihalda játtanir til íløgur, sum eru virksemisskapandi og kunnu stimbra búskapin.

 

Lands- og kommunubúskapurin er væl fyri og megnar tí at taka ímóti ella mótvirka einari niðurgongd í búskapinum. Føroyar eru ein opin búskapur og tí er eisini at vóna, at altjóða marknaðirnir koma fyri seg aftur og fara í størri mun at spyrja eftir okkara vørum og bjóða okkum nøktandi prísir.

 

Vit skulu øll víðari

Tað er ikki gott fyri Føroyar ella føroyingar, at vit lata aftur hetta fjarskotnað oyggjarsamfelagið ov longi. Avleiðingarnar kunnu vera til óbótaligan skaða fyri land og fólk - eitt nú, at arbeiðspláss hvørva, og fólk flyta av landinum.

 

Vit kunnu heldur ikki byggja okkara samfelag og vinnu á hjálparpakkar - hesir eru ætlaðir sum hjálp til sjálvhjálp og eru tíðaravmarkaðir. Nú vit spakuliga lata samfelagið upp aftur og umheimurin ger tað sama, so er at vóna, at samfelagið og vinnan koma í normala legu aftur.

 

Vit skulu framhaldandi verja tey veiku, tey eldru og tey við kroniskum sjúkum fyri smittuvanda av koronu. Sjúkan er enn í umfar runt um í heiminum, og tí skulu vit vera ansin og arbeiða fyribyrgjandi á øllum mótum.

 

Vit í Sambandsflokkinum hava visjónirnar, førleikarnar og royndirnar, soleiðis at vit nú koma víðari í politiska arbeiðinum og menningini av samfelagnum. Vit hava upplivað gjøgnum tíðirnar, at boð hevur verið eftir Sambandsflokkinum at loysa trupul politisk mál - vit skulu eisini megna tað hesaferð og fara at vísa tað í verki.

 

Vit vilja eisini konstruktivt samstarv í løgtinginum - og henda koronastøðan hevur víst okkum, at tað ber væl til at samstarva um politisk stórmál.

 

Vit skulu øll víðari - og Sambandsflokkurin í samgongu er við til at vísa vegin.

 

Gott summar!

 

Bárður á Steig Nielsen

løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur