SEV og marknaðargerð av el-framleiðslu

27. juli 2020



Hví vil Torbjørn Jacobsen ikki siga sannleikan, men heldur skriva eina villleiðandi grein undir heitinum: “Hvor længe skal komedien spilles? Greinin er m.a. um allar tær verðsins vanlukkur, sum fara at raka elorkuøkið við at skilja netpartin hjá SEV frá og marknaðargera el-framleiðsluna í Føroyum.

 

Sundurskiljing av netpartinum frá rakstrarpartinum hjá SEV hevur verið umrøtt í áravís, heilt síðan nýggja elveitingarlógin bleiv gjørd.

 

Tað undrar meg, at mann leggur so stóran dent á at villleiða fjøldina, heldur enn at halda seg til fakta.

 

Hvat er so fakta í hesum málinum um sundurskiljing av netpartinum?

 

Verður netið tikið frá SEV?

 

Svar: Nei, tað er beinleiðis at villleiða at siga tað. SEV kemur framhaldandi bæði at eiga, útbyggja, viðlíkahalda og reka netpartin, eins og SEV skal tryggja, at tey, sum koma at veita streym inn á netið, lúka krøvini til veiting sambært GRID-kotu osfr.

 

Hvussu við nevnd í hesum felag? 

 

Svar: Her má frá myndugleikans síðu við lóg tryggjast, at tað verður ein professionelt samansett nevnd, sum eisini tryggjar neyðuga gjøgnumskygnið.

 

Hvat fær SEV frá teimum, sum koma at nýta netið?

 

Svar: Netparturin hjá SEV ásetur eitt gjald pr kilowatt fyri at tryggja umsitingina, viðlíkahaldið og útbyggingina av netinum.

 

At tað eisini verða aðrir aktørar á orkuveitingarøkinum enn SEV, er als ikki negativt, tað kemur at viðføra, at vit, skjótari enn SEV ætlar, koma at flyta okkum fram móti grønu loysnunum og útbygging av grønum loysnum.

 

Eisini er tað umráðandi at leggja sær i geyma, at tey, sum fara at gera íløgur í vindmyllur, pumpuskipanir, battarískipanir og aðrar grønar loysnir koma at fíggja hetta, so tað verða fleiri at bera fíggjarliga váðan við orkuútbyggingnum, og skuldi tað hent, at viðkomandi fer á heysin, so eru tað bert teir, sum eiga, ið bera tapið, og ikki sum nú, at tað er brúkarin, ið ber kostnaðin av skeivum íløgum hjá SEV.

 

Onkur vil ivaleyst rógva fram undir, at mann er úti eftir SEV - tað er tað reina tvætl. Tað skal ongin ivi vera um, at vit øll eru góð við SEV og vilja tryggja SEV bestu livilíkindi, men kapping hevur ongantíð verið óheppin, og tað verður hon heldur ikki í hesum føri, hon førir til lægri prísir, skapar innovatión og nýggjar vinnumøguleikar, og hví skal mann siga nei til tað?

 

At bæði SEV og aðrir kunnu bjóða seg fram á líka føti at veita heildarloysnir til brúkaran í komandi tíðum kemur at gagna bæði vinnulívinum og almennu og  privatu brúkarunum - framtíðin inniber alt meira og meira elektrificering. Tær loysnir, sum koma í ljósmála í komandi árum, koma at lætta um hjá virkjum, stovnum og húsarhaldum við snildloysnum av alskyns slag, og alt krevur streym, so orkunýtslan kemur at vaksa munandi, og tað setir stór krøv til veitararnar.

 

Vit mugu lyfta í felag og viðvirka til góðar og skynsamar loysnir fyri okkara land og fólk.

 

Tí vil eg mæla til, at tú heldur enn at leggja teg tvørt fyri, soleiðis sum eg síggi, at fleiri tjóðveldisborgarstjórar gera, og sum vildi tænt tykkum og øllum kommunum til sóma, at havt brúkaran í huganum fyrst og fremst, og at framtíðarleisturin, sum verður valdur, kemur  brúkaranum til gagns.

 

Neyðugt er, at ein loysn verður framd í hesum máli skjótast tilber, so verulig gongd kann koma á tær stóru verkætlanir, sum liggja fyri framman - millum annað við Pump to Storage, vindorkuætlanir, biogas, vetni og annars øðrum grønum loysnum, sum eru fyri framman.

 

Onnur lond um okkara leiðir hava ment lóggávu og skipanir fyri at marknaðargera el-framleiðslupartin við góðum úrslitum.

 

Tað kann sjálvandi vera trupult hjá einum sosialistiskum flokki at taka undir við slíkari tilgongd, tá vanahugsanin hjá hesum partinum av politisku skipanini er, at landið - her kommunurnar - skal standa fyri øllum týðandi virksemi. Men hendan tilgongdin at marknaðargera el-framleiðslupartin fær breiða undirtøku í okkara grannalondum, og kundu eisini tjóðveldisfólk lært av royndunum aðra staðir til frama fyri vinnuna og borgararnar í Føroyum.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur