Neyðugt við góðskutrygging og virðisøking í fiskivinnuni

11. september 2020



Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setti mikudagin 2. september, ein munnligan fyrispurning í tinginum til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um møguligar ætlanir at seta á stovn ein vrakararstovn.

 

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at stovna ein vrakarastovn til at hava góðskueftirlit við feskum fiski?

2. Hvørjar skipanir eru í dag, sum eru við til at tryggja góðsku á feskum fiski?

 

Erhard Joensen sigur í sínum viðmerkingum til fyrispurningin, at samgongan hevur í samgonguskjalinum greiðar ásetingar um, at mest møgulig virðisøking skal tryggja føroysku fiskivinnuni ein avgerðandi kappingarfyrimun. Hetta kann bara gerast, um rávøran í 1. liði er fyrsta floks.

 

Fyri okkum sum matvøruframleiðari, og hvørs vøruútflutningur í stóran mun er fiskur og fiskavørur, er tað av serliga stórum týdningi, at spurnartekin ikki kann setast við dygdina á okkara fiskavørum.

 

Tað eru kortini fleiri keyparir, ið hava verið alment úti og sagt, at góðskan, serliga á botnfiskinum/ feskfiskur, er sera ójøvn.

 

Hetta er ikki nøktandi, tí okkara framtíðar búskaparvøkstur skal í stóran mun koma frá øktari virðisøking í okkara høvuðsvinnu.

 

Tí hevur tað bæði politiskan og vinnuligan áhuga at fáa at vita, hvørjar tankar og metingar landsstýrismaðurin hevur gjørt sær um ein vrakarastovn, sum kundi virka sum góðskueftirlit við feskum fiski.

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum svaraði soleiðis:

 

”Svar til 1:

Tað má vera eitt aðalmál hjá eini fiskivinnutjóð at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum hon hevur.

 

Í útgangsstøði eigur vinnan tó sjálv at finna eina loysn á hesum máli.

 

Tað er vinnan sjálv, sum hevur ábyrgdina av góðskuni av veiðuni.

 

Vanligar marknaðarkreftir avgera góðskustøðið á endaliga produktinum.

 

Framleiðslan og hagreiðingin av fiski fer tí í veruleikanum fram sambært tí, ið keyparar krevja. Um keyparar virðismettu hægri góðsku og vóru sinnaðir at gjalda meir fyri hágóðskufisk, áttu fiskifør at havt insitament til at skipa mannagongdir, ið tryggja høga góðsku.

 

Men av tí, at fiskivinna er vinna, ið fær tillutað veiðirættindi frá tí almenna, kann tað vera viðkomandi at fara undir at kanna, um hesin parturin av vinnuni skal skipast øðrvísi, so tilfeingið verður gagnnýtt til fulnar og fyri at fáa sum mest fyri fiskin. Um hetta skal vera ein vrakarastovnur, soleiðis sum vit fyrr hava havt, er ikki greitt, tí málið má lýsast nærri.

 

Eg eri kortini yvirskipað samdur við spyrjaranum í, at tað - eins og tað eisini stendur í samgonguskjalinum - skal fáast mest møgulig virðisøking burturúr, so føroyska fiskivinnan hevur ein kappingarfyrimun.”

 

”Svar til nr. 2:

Eftir galdandi reglum hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftirlit við, at fiskur og annar matur, sum verður virkaður í Føroyum, er egnaður til matna.

 

Endamálið er at ansa eftir, at fólk ikki gerast sjúk av mati, og tí fevnir eftirlit bara um at tryggja, at tað, sum verður framleitt til matna, ikki er heilsuskaðiligt at eta.

 

Øll matvøruframleiðsla skal sum meginregla løggildast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Starvsstovan hevur regluligt eftirlit við framleiðsluni.

 

Góðskueftirlit er ikki partur av uppgávuni hjá Starvsstovuni, og tí kannar Starvsstovan sum so ikki góðskuna á vøruni.

 

Góðskumetingin er hjá landingarmiðstøðunum.

 

Starvsstovan hevur kortini staðfest í sambandi við ráfiskakanningar og heilsufrøðiligt eftirlit, at hagreiðingin og tískil eisini rávørugóðskan ikki eru góð og í summum førum beinleiðis vánalig. 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetur krøvini til rávørugóðskuna í eini vegleiðing, og mett verður í útgangsstøði, at hetta er rætta loysnin, tí sum er, er tað ikki uppgávan hjá Starvsstovuni at tryggja góða rávørugóðsku.”

---------

 

Erhard Joensen heldur, at út frá svarinum frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, so er nakað, sum greitt bendir á, at tað er tørvur á at gera nakað meira ítøkiligt fyri at góðskutryggja veiðina av feskum botnfiski og pelagiskum fiski. Tað er alt ov stórur partur av hesari veiðini, sum kemur upp á land, sum í løtuni er ov vánaliga hagreiddur og tí fara stór virði fyri skeyti. Eisini eigur størri partur av veiðini at verða hagreiddur, og ikki blakaður í havið aftur o.a.

 

Hann heldur, at tað má vera í áhuganum hjá vinnuni sjálvari at fáa mest møguliga virðisøking burturúr rávøruni, og tí eigur vinnan sjálv at gera eina skipan við góðskutrygging og meirvirkan. Tað eigur ikki at verða ein almennur stovnur ella skipan, sum tekur sær av góðskutrygging - og tað er tað heldur ikki í øðrum vinnugreinum.

 

- Vit fara nú í samgonguni, saman við vinnuni, at arbeiða víðari við hesum málinum og fara at royna at seta gongd á at fáa eina slíka skipan av virka, sigur Erhard Joensen at enda í sínum viðmerkingum til svarið frá landsstýrismanninum í vinnumálum.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur