
Jens Knudsen stillar upp fyri Sambandsflokkin
11. oktober 2020
Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri mentan, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn
Jens Knudsen er føddur í 1963 í Tórshavn, her hann eisini eri uppvaksin, fyri uttan árini 1976-77, har familjan flutti til Isle of Man at búgva í eitt ár.
Hann er útbúgvin frá Det fynske Musikkonservatorium í Odense í 2001.
Starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini, har hann gevur frálæru í Tórshavn, Suðuroy og Klaksvík í messingljóðføri.
Hevur frá ungum árum altíð fingist við tónleik, byrjaði at spæla messingljóðføri sum 8 ára gamal. Hetta var fyri tað mesta horntónleikur, sum so skuldi vísa seg at blíva hansara yrkisleið - at undirvísa í messingljóðføri. Áðrenn tónleikurin gjørdist hansara yrkisleið, var hann í nógv ár í entreprenørvinnuni.
Royndir innan nevndararbeiði og leiðsluarbeiði, nevndarlimur í Musikklærarafelag Føroya, formaður í Samstarvsnevnd Føroya Symfoniorkestur, og var eitt skifti leiðari fyri Suðuroyar Musikkskúla.
Jens hevur valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, tí hann vil gera ein innsats fyri at fáa Tórshavnar kommunu til eina enn betri kommunu fyri allar borgarar í kommununi.
Hansara ynski er at verða eitt sjónligt umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu - ung sum eldri.
Hansara hjartamál eru:
Mentanarøkið
- Bygging av nýggjum Tjóðleikhúsi í tøttum samstarvi við kommununa
- Styrkja kvøldskúlaskipanina
Mentanin skal hava bestu karmar at virka undir.
Vegakervið
- Parkeringsviðurskiftini skulu betrast
- Peningur skal setast av til liðugtgerð av sambindingarvegunum
- Fáa landsmyndugleikarnar at seta meira pening av til innkomuvegin við Eysturoyartunnilin
Við vón um tína atkvøðu, so at ein sterk rødd kemur at umboða borgaran í Tórshavnar kommunu.
X við Jens Knudsen á lista B.
Føroya Væl
RN
Aftur