Vantandi virðing fyri samfelagshetjunum

17. oktober 2020



Eg havi havt børn á dagstovni í 20 ár og tað merkist ein stórur munur, frá tá eg hevði børn á stovni fyrstu ferð, til í dag.

 

Tá fyrsta barnið var á stovni, var tíð hjá starvsfólkunum at, fyri tað fyrsta, taka sær væl av børnunum, men harumframt til at menna børnini. Tá varð gingið túr við børnunum fleiri ferðir um vikuna, túrar í svimjuhøllina vóru fastlagdir hvørja viku, spælt varð úti hvønn dag og talvurnar vóru fullar við alskyns aktivitetum. Børnini elskaðu at fara á stovn og vóru útkoyrd, tá tey komu heim.

 

Í dag er veruleikin ein heilt annar og yngsta dótturin, samanborið við tað elstu, hevur ein heilt annan gerandisdag. Ein gerandisdag, har starvsfólkini uppá hangandi hár fáa dagin at hanga saman. Vegna vantandi normering er ikki pláss fyri teimum fastløgdu rammunum við regluligum túrum o.ø. aktivitetum, sum fyrr vóru so eyðsýndir.

 

Starvsfólkini hava ikki sama orkuavlopið í dag, sum starvsfólkini høvdu fyri 20 árum síðani. Hóast starvsfólkini eru fult mannað á arbeiðstalvuni, eru tey ikki fult mannað á gólvinum.

 

Burturspilt potentiali

Eingin ivi skal vera um, at starvsfólkini í dag eru minst líka røsk og væl egnað til teirra arbeiði.

 

Trupulleikin botnar í hinvegin í, at tey eru ikki nóg væl mannað og fáa ikki gjørt tað fakliga arbeiðið, sum tey brenna fyri.

 

Vegna vantandi normering, fáa tey dugnaligu og faklærdu starvsfólkini ikki so frægt sum møguleikan at brúka sínar fakligu eginleikar, ið var orsøkin til, at tey av fyrstani tíð gjørdist námsfrøðingar.

 

Starvsfólkini verða tískil niðurslitin og gevast áðrenn tíð, tí eingin orka er eftir. Tað er nógv potentiali sum fer til spillis, hvørjaferð ein námsfrøðingur fer úr starvi orsakað av vantandi orku.

 

Børn við serligum tørvi loftast fyrr

Kanningar vísa, at vánaligar normeringar hava við sær, at fleiri børn fáa staðfest diagnosur seinni í lívinum.

 

Tað er tískil umráðandi, at børn við serligum tørvi verða loftað fyrr, soleiðis at man fær sett tíð av til fyrireiking og á hendan hátt geva barninum besta menningartilboðið; tað er m.a. her, at spilta potentialið kundi blivið gagnnýtt.

 

Tí verða vit noydd at seta fleiri starvsfólk á dagstovnarnar, soleiðis at starvsfólkini fáa møguleikan at lofta og taka hond um tey børnini, ið hava ein størri tørv.

 

Umframt at lofta børnum við serligum tørvi, spæla námsfrøðingarnir ein stóran leiklut í at menna motorikkin og rørslurnar hjá børnunum.

Grundarlag fyri menning og læring er umsorgan, tryggleiki og tilknýti.

 

Fakligheitin hjá námsfrøðingum ger, at barnið kann mennast og hækkaða normeringin ger, at tíð er til at fylla talvuna við aktivitetum aftur, eins og fyrr.

 

Rótin til trupulleikan er normeringin

Normeringin er rótin til ein trupulleika, ið kann loysast við at raðfesta dagstovnaøkið.

 

Raðfesta vit dagstovnaøkið og børnini í Tórshavnar kommunu, fáa børnini tað betur og kommunan fær í síðsta enda eisini ágóða av tí; ein íløga í dagstovnaøkið er ein íløga í einari bjartari framtíð fyri allar borgarar í kommununi.

 

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur