Nýggjan barnagarð í Kaldbak

19. oktober 2020



Tað er neyðugt at gera eina íløgu í nýggjan tíðarhóskandi barnagarð í Kaldbak, sum eisini rúmar fríðtíðarskúlanum.

 

Tað er av alstórum týdningi eisini at gera íløgur í bygdunum í okkara kommunu.

 

Kaldbak eigur nú tørn til nýggjan tíðarhóskandi barnagarð, sum eisini rúmar fríðtíðarskúlanum.

 

Trivnaðurin hevur stóran týdning í dagligdegnum, og vit skulu alla tíðina hugsa frameftir og gera neyðugar íløgur í trivnaðin.

 

Tað er av alstórum týdningi at hava tíðarhóskandi karmar til børn og skúlabørn, tað sum var fyrr, er ikki nøktandi í dag, tíðin og alt samfelagið flytir seg frameftir og vit skulu eisini fylgja við, eisini tá talan er at gera íløgur úti í okkara bygdum, sum kunnu betra um trivnaðin á okkara smáplássum í kommununi.

 

Vit skulu alla tíðina optimera trivnaðin í allari kommununi - okkara borgarir skulu hava bestu karmar at virka undir.

 

Verði eg partur av komandi býráði, skal nýggjur barnagarður byggjast í Kaldbak - nú eiga tey tørn.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur