Opinleiki í politiska arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu

20. oktober 2020



Allir borgarar í Tórshavnar Kommuna skulu hava somu virðing, og kommunan skal tættari upp á borgaran.

 

Í Tórshavnar kommunu skal tað ikki verða munur á, hvør avsendarin av eini umsókn er.

 

Kommunan skal ikki verða deild upp í A og B borgarar.

 

Og mismunur skal ikki koma fyri. Um so er, at mismunur er komin fyri, so skal viðkomandi, sum hevur verið fyri mismuni kompenserast.

 

Fyri at tryggja tað, at borgarin verður hoyrdur, so skal borgarin sleppa framat býráðnum. Tí skal ein roynd gerðast við borgarafundum, áðrenn hvønn býráðsfund.

 

T.v.s., at mál, sum skula viðgerðast á býráðsfundi, skulu lýsast undan fundinum  soleiðis at teir borgarar, sum eru tengdir at málum, sum skulu viðgerðast, kunna blíva hoyrdir á einum borgarafundi, har eitt samlað býráð er við - minimum eina viku, áðrenn býráðsfund. Í dag blíva mál sett á skrá beint undan fundum og borgarin kann blíva tikin av bóli. Og ofta kann tað tykjast so, at fundarskráir eru lýstar seint av taktiskum orsøkum - hetta eigur ikki at koma fyri.

 

Tær hoyringsfreistir mann hevur í dag, hava ongan ordligan móttakara. Tvs. at mann kann senda skriv inn til mál, sum liggja til hoyringar, men mann veit ikki um tey blíva lisin. Og man veit ikki um tey koma fram til tey, býráðið, sum skal taka endaliga støðu.

 

Eisini skulu fólk, sum liggja inni við vitan kunna koma framat uttan at fara í miðlarnar. Tá kommunan gerð stórar verkætlanir sum ítróttar hallir, havnir, brennistøðir osv., so hoyrir mann ofta, at fólk siga seg hava talað at. Men ongin hevur lurtað, og tá rokningin so verður send víðari til borgaran, so kennir ongin til nakað.  

 

Hevur mann borgarafundir, hvar fólk kunna koma at lýsa ymisk mál, so kann býráðið velja at taka tað við í sínar avgerðir. Um býráðið ikki velur at taka tað við, so kann tað so siga, hví tey valdu ikki at lurta.  

 

Men borgarin skal hoyrast og virðast!  

 

Tummas Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur