Eitt træ fyri lívið

20. oktober 2020



Sum ungur skúlanæmingur minnist eg, at ein av mínum lærarum á Argjum gróðursetti trø saman við okkum næmingum.

 

Nú prátað verður um, at vit ynskja ein grønari høvuðsstað hugsi eg, at tað er av stórum týdningi at byrjað verður við teimum smáu.

 

Vit skulu, sum kommuna, verða ein fyrimynd fyri børn okkara, so at tey kenna til grøna umhvørvið.


Um vit skulu vísa okkum sum sannar fyrimyndir á grøna økinum, eiga vit at tryggja okkum, at børnini læra týdningin av tí grøna. Vit skulu longu, tá børnini eru á stovni leggja nakað gott í tey.


Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert um kommunan gevur hvørjum einstakum t.d. 1. floksbarni eitt træ, ið síðani verður plantað á einum grønum øki í nærumhvørvinum.

 
Eg veit, at á Argjum er hetta gjørt tey seinastu árini. Eg haldi, at øll børn í Tórshavnar kommunu eiga at fáa hetta tilboðið.


Verður hetta gjørt við einum 1. floksbarni kann barnið, ígjøgnum skúlagongd sína vitja træið og síggja, hvussu tað veksur. Hetta førir eisini við sær, at barnið verður tilvitað um náttúruna og fær eitt gott og sunt forhold til hana.

 

Í síðsta enda er hetta ein íløga fyri lívið - lívið hjá barninum og trænum.

 

Hetta ætli eg mær at arbeiða fyri verði eg valdur í býráðið.

 

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur