Nú má málið um Karlamagnusarbreyt loysast!

21. oktober 2020



Nógv fólk var komið saman til kunnandi fund um heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt.

 

Men har var ikki nógv at heinta - gaman í, okkara býararkitektur gjørdi sítt besta, og hon skal ikki lastast, men okkara fólkavaldu; eingin umbering fyri vánaligt politiskt handverk!

 

Nú mugu vit koma víðari”, bleiv sagt, tað eru øll samd í, men tað, sum manglar, er, at onkur reisir seg upp og sigur: Eg havi ábyrgdina!!

 

Mann kann spyrja seg sjálvan, hvussu vit eru komin í hesa margháttligu støðu? Eg meini so við, hetta er ein nýggj verkætlan, og man hevur allar fortreytir at gera eitt gott og gjøgnumhugsað arbeiði…..

 

Vit skulu hyggja fram í tíðina, men vit mugu samstundis staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av stóru byggiverkætlanini á Karlamagnusarbreyt.

 

Har eru enn nøkur grundstykkir, sum ikki eru bygd á, og tey mugu keypast, so vit fáa parkeringsviðurskiftini upp á pláss. Longur er tann søgan ikki!

 

Um vit líta frameftir, so meini eg, at ein óheft kanningarnevnd skal setast, og arbeiðssetingurin eigur at innihalda hesar spurningar, men møguliga onkur kann svara teimum longu nú:

 

1. Hvør kom við uppskotinum um at broyta byggisamtyktina, og hví varð hon broytt?

2. Hava summi fingið linari krav um parkering, og hvussu fór hendan viðgerðin fram?

3. Hava umsiting og politiski myndugleikin vitað av hvørjum øðrum?

3. Hava reglurnar um hoyringsskriv verið fylgdar?

 

Um hesir  spurningar verða kannaðir og viðgjørdir til botns, eri eg sannførdur um, at tað verða frægari kor at liva undir kring økið á Karlamagnusarbreyt í framtíðini.

 

Livst, so spyrst.

 

Við vón um gott val….

 

Jóhan Petur Johannesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur