Esport - betri karmar til nýggju ítróttargreinina

26. oktober 2020



Tað hevur sera stóran týdning, at ítrótturin í kommununi hevur góðar karmar. Hetta er við til at tryggja trivna fyri borgaran og framburð fyri kommununa.

 

Børn, ung, vaksin og enntá eldri borgarar íðka nógvan ymiskan ítrótt, og skulu vit minnast til, at líka ymisk sum vit menniskju eru, eru áhugamálini innan ítróttin eisini ymisk. Ikki øll trívast við einum bólti, eiheldur við eini ár í hond. Vit skulu sum ein framkomin kommuna tryggja, at karmarnir eru nøktandi, so tilboðini nøkta tørvin og allir borgarar hava møguleika at íðka okkurt, teimum dámar. 

 

Vit hava gjørt stórar íløgur í ávísar ítróttargreinar á ávísum økjum, men vit eru enn ikki komin á mál.

 

Mest vaksandi ítróttargreinin í løtuni er eSportur - elektróniskur ítróttur. Ítróttargreinin snýr seg um, at man í hvør sínum lag, ella í liðum, kappast innan ymisk telduspøl. Esport.fo varð stovnað fyri at menna um eSport í Føroyum og hava nú gjørt eina kappingardeild innan eitt ávíst spæl, og við tí næstu áveg. Fleiri hundrað fólk luttaka vikuliga í deildunum og hetta vísir, at ítróttargreinin veruliga er farin at gera um seg í Føroyum.

 

Fyri íðkarar innan eSport, eru umstøðurnar als ikki nøktandi. Íðkararnir hava einki stað at húsa venjingum, kappingum v.m – einki felagshøli. Serliga eru tað venjingarumstøðurnar, ið ikki eru nøktandi. Eg haldi tað hevur stóran týdning, at hesir íðkarar fáa eitt fast høli, har teir kunnu halda til, so vit fáa ment hesa nýggju, spennandi ítróttargrein.


Hugsa vit um Gundadal sum ítróttarmiðstað, so er tað hugsandi, at eitt høli har á leiðini átti at verið nýtt til hetta. Vit hava longu fótbóltsvallir, badmintonshøll, svimjihøll, stórhøll og skamt harfrá er Tórsbreyt.

 

Við at raðfesta Esportin, kunnu vit í framtíðini kappast við onnur lond og sýna tað, sum vit so mangan hava sýnt, at hóast vit eru ein lítil tjóð, eru vit sera sterk innan ítrótt. Umframt at liggja ovarlaga innan hesa ítróttargrein í alheims høpi fáa vit styrkt nýggju ítróttargreinina og í framtíðini eiga vit eisini sera roynd ítróttarfólk, hvørs áhugi møguliga er so mikið kveiktur, at vit í framtíðini fara at vera eitt av londunum, ið selja føroyskt gjørd telduspøl. Hetta er ein gylt leið fyri íverksetarar, ið hava áhuga innan hetta øki.

 

Við eini atkvøðu fyri mær, tryggja tit tykkum broytingar á hesum økinum, tí eg fari at gera mítt fyri at karmarnir fyri eSport gerast betri.

 

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

 


RN


Aftur