MUSIKKSKÚLIN - Tórshavnar tónleikaháborg

27. oktober 2020



Musikkskúlin, ið fram til august 2019 húsaðist í 4 ymiskum bygningum, fekk loksins nýggjar karmar at virka undir. Nýggjan bygning við Landavegin, har øll starvsfólkini nú virka undir sama taki.

 

Bygningurin tekur seg væl út, og er eitt satt prýði fyri Tórshavnar kommunu, stoltleiki fyri starvsfólk og brúkara.

 

Sum við øllum bygningum, ið verða gjørdir, skulu ábøtur/ broytingar gerast, hesum sleppur musikkskúlin heldur ikki undan.

 

Ábøtur/broytingar, ið krevjast at verða gjørdar eru:

 

- Akustikkurin í frálæruhølunum betrast

- Hurðar til frálæruhølini skiftast

- Ventilatiónin broytast til frálæruhølini

- Høvuðsinngondin broytast

- Hálvtak yvir úthurðar

- Atkoman til bakhurð (vørubilar)

- Stólar skiftast út í konserthøll, Hátún

- Ventilasjónskipanin í Hátún rættast

 

Bara fyri at nevna nakrar av ábøtrunum/ broytingunum.

 

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, verður ofta tikið til, soleiðis er eisini í hesum føri.

 

Verði eg valdur í Býráð, vil eg arbeiða fyri at musikkskúlin fær ta játtan ið skal til fyri at fáa skúlan liðugt gjørdan.

Gott val!

 

X við Jens Knudsen á Lista B.

 

Jens Knudsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur