Eldraøkið framum allar vegir, brýr og betong

27. oktober 2020



Seinastu nógvu árini, hevur man tosað um eldrabylgjuna, hvussu hon fór at skola okkum øll út á sjógv, um ikki nakað munagott bleiv gjørt bæði viðvíkjandi búplássum á ellis-og røktarheimum, og eisini innan at steðgað fráflytingini av konufólkum úr Føroyum, tí tað í høvuðsheitum eru sokallaði kvinnufak, sum arbeiða við at passa okkara sjúku og okkara gomlu.

 

Nú stundar til kommunuval, og mann kann freistast til at spyrja: Er nakað munagott hent innan hetta økið síðstu nógvu, nógvu árini?

 

Bíðilistin til ellis-og røktarheim er enn alinlangur. Liðugt viðgjørdir borgarir í okkara elskaðu Havn, liggja innlagdir í mánaðir, av tí, at tey ikki kunnu útskrivast til sítt heim aftur, men hava brúk fyri at sleppa á eitt røktarheim. Gamaní, vit hava sent nakrar út á bygd at blíva passaðir, tí har hava tey pláss, sum vit kunnu leiga frá teimum. Og gongur tað ikki, ja, so tekur heimarøktin um endan, tær mugu bara renna eitt sindur skjótari, tí fleiri fólk verða ikki sett til arbeiðis, hóast arbeiðsuppgávurnar munnu verða gott og væl fleirfaldaðar hesi seinastu árini.

 

Til býráðsvalið 2020 verður nógv tosað um at byggja eldraíbúðir. “Lat okkum brúka Ellisheimið til eldraíbúðir”, “lat okkum brúka Umlættingarheimið til eldraíbúðir”. Vit kunnu byggja eldraíbúðir alt okkum lystir, men vit kunnu ikki blíva við at renna undan veruleikanum, tí hvar skulu vit koyra tey, sum búgva har í dag? Og hvar skulu vit koyra tey, sum standa á bíðilista til eitt ellisheim?

 

Tað, sum er gott, er gott. Ein uppvenjingar- og umlættingardepil fer at standa klárur um ikki langa tíð. Men hetta hevur ligið á láni so leingi, og tørvurin á endurvenjing og umlætting er so himmalrópandi stórur, at vit kunnu byrja beinanvegin at leggja ætlanir um at byggja ein afturat, helst í fyrraárið.

 

Eldraøkið hevur bráðneyðugan tørv á at verða politiskt og fíggjarligt prioriterað.

 

Vit mugu til at seta fleiri starvsfólk í røktina av okkara eldru, og tey mugu hava fakliga relevanta útbúgving ella mugu tey førleikamennast, soleiðis at tey kenna, at tey megna sína arbeiðsuppgávur, og samstundis kunnu geva okkara eldri borgarum nøktandi røkt. Annars endar tað við tí, sum vit síggja í dag millum starvsfólkini, ið røkta og eru um okkara gomlu. Tey rýma frá hesum arbeiðsøki, og tað er nærum ógjørligt at fáa fólk sett, sum hava nakra fakliga útbúgving innan økið.

 

Alt gott um starvsfólkini í eldrarøktini, men eg haldi ikki, at vit, sum kommuna geva teimum virðilig arbeiðskor og so ræðuliga langtífrá eisini. Hetta hava tey, ið røkta okkara gomlu, og okkara gomlu borgarir betri uppborið.

 

Her má broyting koma í.

 

Hetta kunnu vit gera betri.

 

Jensia Højgaard Kjærbæk

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur