Okkara eldru borgarar hava uppiborið eitt virðiligt lív

27. oktober 2020



Las nøkur skriv hjá Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya, har hon rópar um hjálp til eldraøkið. Hetta er skelkandi lesnaður.

 

Mann skuldi trúð, at øll vilja okkara borgarum væl, og ynskja teimum eitt virðiligt lív. Størsti parturin av okkum fara eisini at hava tørv á hesi hjálpini fyrr ella seinni.

 

Vit hava ein stóran trupulleika nú, men hann stendur við og versnar, um einki verður gjørt fyri at rætta uppá skeivleikan. Sum nú er, verða tveir, ikki fultmannaðir, flokkar av heilsuhjálparum útbúnir árliga á Heilsuskúla Føroya. Tað, sum eisini skal havast í huga er, at miðalaldurin á heilsuhjálparum í 2019 var 47 ár, og í 2020 var hann 50 ár! Hetta merkir, at tað eru færri ung sum vilja taka útbúgvingina sum heilsuhjálpari. Hví mann tað vera? Kanska tey ungu verða rádd til, frá foreldrum og fólkið á økinum, at velja aðra útbúgving, tí útbúgvingin er óattraktiv, orsakað av harðari arbeiðsbyrðu og niðursettari starvstíð.

 

Í einum yvirliti úr limaskipanini hjá HHFF frá juni 2020 stendur, at tað eru 95 faklærd og 129 ófaklærd í starv í suðurstreymoy. Einans 10% av heilsuhjálparum starvast fulla tíð. Nærum ongar starvslýsingar til eldraøkið bjóða fulltíðarstarv.

 

Mary Antonsdóttir sigur, at vit síggja ikki allar útbúnu heilsuhjálpararnar koma at starvast á eldraøkinum. Ein partur av nýútbúnu heilsuhjálparum, fara at lesa víðari til heilsurøktara og aftur nøkur, fara í onnur størv. Hon heldur at tað eisini vera grundað á, at tað kann vera torført at uppihalda sær sjálvum, tá ein ikki hevur fulltíðarstarv, tískil verður viðkomandi noyddur at velja sær annað starv, ið gevur fulla løn.

 

Leiðarar hoyrast siga, at ongin vil arbeiða fulla tíð, tí tað er ov strævið. Hví er tað ov strævið? Eru tað ikki normeringarnar, sum eru alt ov lágar? Hetta eru normeringar, sum nú bert røkka til tað basala í røktini, t.d. at verða matað, vaskað og geva tak yvir høvdið.

 

Leiðslubygnaðurin veksur, men vit hava ikki fólk nokk á gólvinum. Hetta ber ikki til! Hetta má fáa ein enda og hetta má rættast upp! Vit hava vælútbúnar heilsuhjálparar, sum hava nógvar førleikar til at hjálpa okkara eldri borgarum, eitt nú: venjing, aktivering, eygleiðing, umsorgan, røkt og endurvenjing av mistum førleikum o.a. Lat tey sleppa at gera sítt arbeiði, og fáa tíð til tað.

 

Okkara eldru borgarar hava uppiborið eitt virðiligt lív, tí tað eru hesi, sum hava verið við til at lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag.

 

Kommunan kann og skal hjálpa.

 

Mann skal seta eina hægri normering, so pressið ikki er so stórt á hvørjum einstøkum heilsuhjálpara, soleiðis at tað ber til hjá heilsuhjalparum, at hava orku at arbeiða fulla tíð. Harvið fáa tey uppihildið sær sjalvum við fullari løn. Og fyri at fullmanna flokkarnar á Heilsuskúla Føroya, kann mann gera sum í Danmark, har tey geva teimum lesandi løn, meðan tey eru undir útbúgving. Møguleikarnir eru har, lat okkum nú fáa eina loysn uppá henda trupulleikan, áðrenn hann verður enn størri tey komandi árini.

 

Eg hopi, at eg sleppi undan at stúra fyri ellisárunum. Eg ynski mær ellisár, har nokk av nøgdum starvsfólki er og sum hava tíð og orku at taka sær av mær. Og ikki bara til tað basalu røktina.

 

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

 


RN


Aftur