Ongi rúsevni til okkara ungu

28. oktober 2020



Landsins størsta kommuna, við flestu børnum og ungum, átti at brúkt størri orku og pening uppá upplýsing um árin og skaðar av at byrja at nýta rúsdrekka og rúsevni í ungum aldri.

 

Vit hava her í Havnini nógv ung, ið eru bundin at rúsdrekka og rúsevnum. Hetta hevur ringvirkningar langt út í okkara gerandisdag í kommununi. Sperd og syrgin foreldur, systkin, ið óttast og blíva ótrygg. Arbeiðspláss og barnagarðsdagur og skúlagongd verður ávirkað. Og ongin av hesum vøkru ungu ætlaðu, at tað skuldi enda við bundinskapi, tá tey fyrstu ferð fóru at ballast og royndu okkurt meira spennandi.

 

Latið okkum, sum kommuna, gera ein eyka innsats, meðan børnini enn ganga í okkara skúlanum og gera eina herferð, har upplýst verður um skaðilig árin av at nýta rúsdrekka og í serdeilisheit rúsevni. Í staðin fyri, at tey síggja tað sum nakað spennandi, so kanska tey fara at duga at síggja, hvussu vandamikið hetta kann verða fyri tey.

 

Latið okkum, sum kommuna, geva greitt signal út í okkara bý: Ongi rúsevni til okkara ungu!

 

Jensia Højgaard Kjærbæk

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur