Tórshavn upplagdur ráðstevnu- og ferðavinnubýur

30. oktober 2020



Vit hava merkt seinastu árini, hvussu stórur áhugin fyri Føroyum er uttanífrá og Tórshavn er blivin til eitt mini-mekka fyri mat-entusiastar og ferðafólk.

 

Um sæð verður burturfrá seinastu mánaðirnar við koronu, er ferðavinnan blómað innan stutta tíð og er hon í dag blivin eitt gott vinnuligt bein at standa á.

 

Samstundis við, at ferðavinnan er vaksin nógv, merkist tað væl, at ferðafólkini eru hugtikin av okkara høvuðsstaði.

 

Okkara vakri og serstaki høvuðsstaður skal setast á heimskortið sum ráðstevnu- og ferðavinnubýur.

 

Her skulu útlendskar vinnur og virkir dragast at okkara góðu tilboðum og upplivingum soleiðis, at tá tey fara heimaftur, gerast tey góðir ambassadørar fyri Tórshavn og Føroyar sum heild.

 

Við nýggjum modernaðum hotellum hava vit framúr góðar ráðstevnumøguleikar, og harumframt hava vit eitt sera fjølbroytt úrval av matstøðum og øðrum atdrátti, sum ger høvuðsstaðin til eitt upplagt stað fyri minni og miðalstórar ráðstevnur.

 

Eg vil arbeiða fyri, at ferðavinnan fær bestu karmar.

 

Vit skulu marknaðarføra Tórshavn sum eina perlu í Norðuratlantshavinum og skapa áhuga fyri, at vit í nógv størri mun verða eitt sjálvsagt stað at vitja og hava ráðstevnur í.

 

Eg vil leggja stóra orku í at skapa bestu karmar fyri vinnuligum virksemi í Tórshavn um eg verði valdur í býráðið.

 

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur