Havnin og umhvørvið

3. november 2020



Tórshavnar kommuna hevur ofta hug at erpa sær sum ein grøn kommuna, sum hugsar um umhvørvið. Men er tað veruliga so?

 

Allar tær gomlu kloakkirnar í býnum liva ikki upp til nakrar treytir sum man setur ídag.

 

Alt vinnulívið í býnum og serliga á Áarvegnum hevur verði plága av kloakklukti í áravís.

 

Tað er tí, at tær gomlu kloakkirnar renna beint í Havnará, ella tær renna oman í Vágsbotn. Og tað íður í rottum undir Áarvegnum av tí, at brunnarnir eru ikki dagførdir, so feitt og annað gott rennur út. 

 

Tí luktar Havnarvág av lorti teir góðu summardagarnir. Og tað, sum flýtur innast í Vágsbotni líkist tjúkkara brúnari sós.

  

Úti á Argjum, í Havn og í Hoyvík renna bæði spillvatn og kloakkir út. Og nakað uttanfyri framleiður ein stór fyritøka heimsins besta laks!

 

Gongur tú á støðni ella í Vágsbotni/ Kongabrúnni ein dag har ongin vindur er, so sært tú ikki niður gjøgnum vatni fyri olju, sum flýtur omaná.   

 

Flyta vit okkum so í útkantin av Havnini, so liggur Havnardalur har. Ovast uppi, beint undur vatngoymsluni rennur rustur, olja, veska frá battaríðum o.a gift avfall beint oman í Sandá. Her tyrvdi Havnin alt avfall fyri 30 árum síðan. So kunna børnini spæla í tí niðri í hylinum í Sandagerði um summari, tá veðrið er gott.  

 

Moldina frá útgrevstri, har tað var staðfestur ridluskriði, skuldi liggja innihegnað harúti. Men har liggur hegnið niðurdottið, so seyður og onnur kríatúr kunna sleppa frítt inn. 

 

Runt um í Húsareyninum fýkur plastik runt frá tyrvingarplássinum. Til stóran ampa fyri náttúruna. 

 

Fleiri staðni runt um í býnum standa skorsteinar. Hettar eru oljufýringar hjá Fjarhitafelagnum, sum er ein av størstu kundunum hjá oljufeløgunum. 

 

Havnin hevur brúk fyri fleiri politikarum, sum tora at seta fokus á umhvørvi. Og sum vilja, at Tórshavnar kommuna skal verða fremst millum býir í Norðurlondum, tá tað kemur til at verja umhvørvið. Sum nú er, er Tórshavnar kommuna ein býur, sum onki ger fyri umhvørvið annað enn at føra symbolpolitik. 

 

Komi eg inn í býráðið, so vil eg hava, at allar tær gomlu kloakkirnar skula dagførast, so kann Áarvegurin latast upp við somu umbering.

  

Vatnið á Havnarvág skal verða klárt - dálking skal ikki koma fyri!  

 

Úti í Havnardali skal onki vatn frá gamla skrelliplássinum sleppa at renna oman í Sandá. Rennur muga gravast allan vegin runt og uppsamlingsbrunnar gerast. 

 

Framtíðar tyrving skal ikki verða í fjøllunum. Tað liggja fleiri grótbrot í kommununi, sum hóska betur til endamálið og sum innkapslað skaðiligt tilfar. 

 

Finnast skal út av, hvat funktiónin hjá Fjarhitafelagnum er og um tað ikki kann leggjast saman við SEV. So kundi verði bundið í vindmyllurnar í Húsahaga og Flatnahaga.  

 

Havnin skal vera ein býur við stórum ambitiónum, tá tað kemur til at verja nærumhvørvið. Og her tosi eg ikki bara um løðistøðir og at onkur súkklar til arbeiðis. Hettar er ikki sexut, eg veit, men hettar er umráðandi at fáa í rættlag. Ongin hevur gjørt nakað við hettar í áravís.  

 

Tí er tíð upp á at velja nýtt fólk inn í býráðið.  

 

Tummas Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur