Frítíðarkort til ungdómin í Tórshavnar kommunu

5. november 2020



Nú er tíðin komin, at børn og ung í Havn fáa frítíðarkort, ið gevur avsláttur til frítíðaraktivitetir. Hetta fer at geva einstøku familjunum stóran ágóða, uttan mun til um børnini hava hug at spæla hondbólt, fótbólt, tónleik, ella um tey hava hug til fimleik ella onkran annan frítíðaraktivitet tey føla seg best í.

 

Fyri kommununa kemur hetta fleirfalt innaftur, við tað, at frítíðarfeløg í kommununi fáa øktar møguleikar at bjóða ungdóminum fjølbroyttar aktivitetsmøguleikar, har tað ikki kemur ann uppá um tann einstaka familjan hevur ráð til tað ella ikki.

 

Nøkur frítíðarítriv eru sera kostnaðarmikil, og fyri tær familjur, sum hava fleiri børn kann frítíðarkortið verða eitt gott ískoyti til, at børnini hava møguleika fyri at ganga til tað, sum hevur teirra áhuga.

 

Treytir skulu sjálvandi setast til feløgini, sum ynskja at verða partur av skipanini, so tað verður eitt væl skipað tilboð í kommununi.

 

Fólkaheilsuráðið skrivar eisini, at gerast partur av felagsskapinum, sum frítíðarfeløg veita, er í tráð við grundreglurnar í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt við seinastu árini.

 

Havnin skal vera besti høvuðstaður í heiminum J

 

X við Lista B - Ingi

 

Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur