Saman um Tórshavnar Kommunu

9. november 2020



Tað er umráðandi at skifta sitandi býráðsmeiriluta út á valinum í morgin.

 

Fólkaflokkurin og Tjóðveldi vilja framvegis leggja KOB og IRF saman, har vit verða minnilutaeigarar í nýggja felagnum við einans 45%, og IRF og tær kommunur, sum eru í IRF fáa meirilutan, nevniliga 55%. Harvið missa vit fullkomuliga valdið á okkara renovatión, og tað sama Fjarhitafelagnum, har vit koma bara at eiga umleið 30%.

 

Fjarvarmin hitar allar Hoyvíkina og nógva afturat, og við hesari samanleggingini koma vit at missa enn meira vald á Fjarhitafelagnum – tí í dag eiga vit 50% og SEV hina helvtina.

 

Vit mugu ikki avsiga okkara fólkavalda mandat at stýra okkara kommunu til IRF - hettar má ikki henda. 

 

Minnist til, hvat sitandi býráðsmeiriluti gjørdi við grótið úr Sandoyartunninum - tíðarinnar skandala, og tey mugu ikki sleppa at gera tað umaftur við at leggja KOB undir IRF.

 

Vit hava býráðspolitikarar, sum hugsa meira landspolitiskt enn um Tórshavnar Kommunu!

 

Tí sigi eg - saman um Tórshavnar Kommunu!

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur