Johan Dahl spyr um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum

17. november 2020


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 13. november, sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hevur landstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbiti og skeljaaling, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?

 

2. Hvussu gongur við arbeiðinum at kanna møguleikan fyri havbitiog skeljaaling, sum samgonguskjalið ásetir?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at í løgtingmáli nr. 128/2017 samtykti eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, eftir tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.“

 

Viðmerkingarnar frá ein samdum Løgtingi vóru m.a., at tað er avgerandi fyri Føroyar at hava fjøltáttaðar vinnumøguleikar, og tí skuldi arbeiðast við hesum, tí vit landafrøðiliga liggja so væl fyri, at tað er eyðsæð, at her eru møguleikar, sum mugu troytast til tess at tryggja, at Føroyar kunnu verða eitt uppaftur ríkari samfelag til fyrimunar fyri allar føroyingar.

 

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, dagfest 14. september 2019, verður eisini lagdur dentur á hetta, tí har stendur m.a.: “Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini troytast, og arbeiðast skal eisini við  møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sumtara-og skeljaaling.”

 

Havbit og skeljaaling kundi blivið eitt gott ískoyti til føroyska búskapin og eisini skapt nýggj arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur