Svar til Johan Dahl, løgtingsmann - um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling

26. november 2020



Svar uppá fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis-og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

 

Fyrispurningur:

 

1. Hevur landstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbiti og skeljaaling, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?

 

2. Hvussu gongur við arbeiðinum at kanna møguleikan fyri havbiti og skeljaaling, sum samgonguskjalið ásetir?

 

Svar

Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum.

 

Eg var saman við hinum løgtingslimunum í Sambandsflokkinum við til at leggja løgtingsmálið fram, sum víst verður til í fyrispurninginum, løgtingsmál nr. 128/2017: Uppskot til samtyktar um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling.

 

Sum víst varð á í nevnda løgtingsmáli, fiskaðu føroysk skip fyri árum síðani væl avlaksi við langlínu í havøkinum norðanfyri Føroyar. Laksamerkingar vístu greitt, at laksurin hevði hetta økið sum beitisøki ella uppvakstrarøki, til laksurin vendi heim aftur til lands at gýta. Víst varð eisini á, at smáar royndir, sum gjørdar eru í Føroyum, hava víst, at laksurin kemur aftur, har hann er settur út, og at hesar smáu royndir vísa á møguleikar, ið eiga at kannast gjøllari.

 

Hesum taki eg framvegis undir við.

 

Tað eru tó eisini avbjóðingar við at sleppa einum stórum tali av laksasmoltum út í náttúruna við tí endamáli at veiða hann aftur. Í fyrsta lagi er spurningurin, hvørt hetta yvirhøvur loysir seg búskaparliga. Í øðrum lagi eru eisini avbjóðingar í mun til náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldi.

 

Eg fari tí í næstum at seta ein serfrøðingabólk, mannaður við fólki frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling og Umhvørvisstovuni, at gera eina frágreiðing um møguleikar innan havbit av laksi,og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.

 

Frágreiðingin, sum verður løgd fyri Løgtingið, kann eisini fevna um møguleikar fyri skeljaaling í Føroyum.

 

Í mun til skeljaaling er eisini at siga, at við seinastu broyting í alilógini og eftirfylgjandi broyting í rakstrarkunngerðini varð latið upp fyri, at sjálvstøðugt loyvi kann latast til aling av tvískeljum á føroysku firðunum.

 

Tað vóru í fyrstu syftu alifirðirnir Gøtuvík, Funningsfjørður, Skálafjørður og Kaldbaksfjørður, har tað varð latið upp fyri at bjóða aliloyvi til skeljar út.

 

Ávísur áhugi er eisini fyri at ala tvískeljar, og hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan móttikið umsóknir um at ala m.a. krækling og ostru. Enn er tó einki aliøki til tvískeljar lýst leyst.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lýst avbjóðingar í sambandi skeljaaling, og fylgjandi er ein samandráttur av hesi lýsing:

 

Tvískeljar eru at rokna sum matvøra í serligum vandabólki, tí tær fáa føðslu við at síla mat úr umhvørvinum. Hetta merkir, at bæði kemisk og mikrobiologisk dálking kann upphópast í tvískeljum, ið kann vera vandamikil fyri fólk at eta.

 

Fyri at tað skal verða møguligt at framleiða og útflyta skeljar úr føroyskum firðum, er neyðugt at virka sambært ES-reglum (ES 2019/627) um kanning av økjum (grein 56), bólking í sonur (grein 52-55) og skipaða yvirvøku (grein 57-59). Hetta merkir, at grundleggjandi kanningar skulu gerast av aliøkjunum yvir eitt áramál, áðrenn farið kann verða undir aling av tvískeljum, sum lýsir ymisk viðurskifti, so sum:

 

•  Mikrobiologiskadálking frá kloakk, taðing av lendi, tyrvingarpláss, rottangar

•  Kemiskadálking frá t.d.ídnaði, skipasmiðju, beding, nótavirki, medisinifrá sjúkrahúsi, aðrarialing, oljudálking, sápuo.ø.

•  Tøl um streym, tøl um taðing, tøl um landbúnað, tøl um ídnaðog útlát, tøl um avfall/regn og tilførandi áir og hvat áin førir til fjørðin o.s.fr.

 

Mett verður, at ein slík grundleggjandi kanning kostar umleið 300.000 kr. fyrstu ferð og síðani 100.000 kr. sætta hvørt ár.

 

Afturat eini grundleggjandi kanning av aliøkinumer eisini neyðugt at skipa eina áhaldandi eftirlitsskipan í mun til við skráseting av tøku, úrslit av bakteriologi, algum og algueiturevni, umframt at kanningar skulu gerast hvørja viku av skeljum í mun til matvørutrygd.

Hesar afturvendandi kanningarnar eru mettar at kosta umleið 20.000 kr. fyrstu vikuna og so 5.000 kr. eftirfylgjandi vikur, ið tøka er.

 

Afturat nevndu kanningum og eftirlitum er eisini neyðugt,at umsiting av loyvum og eftirlitsmyndugleikin verða raðfest til hesa nýggju aling. Eisini er umráðandi at miðla úrslit út á ein portal, soleiðis at best kann fyribyrgjast, at fólk gerast sjúk av at eta skeljar.

 

Aling av tvískeljumer tískil sera kostnaðarmikil at fáa skipað og at halda nøktandi eftirlit við. Hetta er somuleiðis eisini orsøkin til, at útlutan av hesum loyvum ikki hevur havt hægstu raðfesting í sambandi við teir nýggju alihættirnar. Føroyska alivinnan er skipað við  brúkaragjøldum, har alarin sjálvur rindarfyri tænastur og eftirlit, ið krevjast fyri at røkja alivirksemi.

 

Tað er trupult at ímynda sær, at t.d. ein nýggjur kræklingaalari kann fáa virksemi at bera seg búskaparliga, um alarin sjálvur skal gjalda 300.000 kr. fyri at fáa aliøkið góðkent av fyrstan tíð, umframt at gjalda tíggjutals túsund krónur fyri neyðugu kanningarnar í mun til dálking og matvørutrygd.

 

Eg ætli mær tí í fyrsta umfariat taka spurningin upp við Fiskaaling um at gera ta fyrstu grundleggjandi kanningina av einum møguligum skeljaaliøki. Um so er, vil tað økja um sannlíkindini fyri, at skeljaaling kann taka seg upp í Føroyum.

 

Umhvørvis-og vinnumálaráðið, tann 25. november 2020


Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

 


RN


Aftur