Helgi Abrahamsen, hugburðsbroyting má til

8. desember 2020



Tað var við blandaðum kenslum, at eg las skrivliga svarið (§52a) frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling.

 

Eg havi spurt landsstýrismannin um setan av einari serfrøðinganevnd tvær ferðir í ár, einaferð í mars og nú aftur í november.

 

Hetta hendir hóast, at eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, samtykti eftir tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.“

 

Tað virkar tí sum drál og undanførsla, at henda serfrøðinganevndin ikki verður sett at gera neyðuga greiningararbeiði og gera frágreiðing.

 

Í svarinum frá landsstýrismanninum verður nógv gjørt burtur úr at tosa vinnuligu ætlanirnar niður og lýsa teir vandar og forðingar, sum landsstýrismaðurin sær fyri sær. Við ørðum orðum, so kann mann lesa millum linjurnar, at hetta, áðrenn nakað blekk er sett á blað, er tað, sum eingilskmenn kalla ”a dead duck” -  nakað, sum ikki verður til nakað óansæð, tí politiski viljin er ikki til tess.

 

Eg haldi, at nú skyldar landsstýrismaðurin Løgtinginum at realitetsviðgera hesa løgtingssamtyktina og seta serfrøðinganevndina, har eisini fólk frá vinnuni eru við.

 

Føroyar hava tørv á einum vinnupolitikki, sum tryggjar, at náttúrugivnað tilfeingið verður troytt til gagns fyri menningina av okkara vælferðarsamfelag, og at møguleiki skal vera fyri at fara undir nýggjar vinnur.

 

Vit kunnu ikki loyva okkum ikki at kanna væl og lýsa tað potentialið, sum kundi verði innan havbit av laksi og skejlaaling.

 

Í hesum týðandi vinnumáli vantar okkum at koma víðari frá orðum til handling.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur