Kokkaútbúgving í Føroyum

1. februar 2021



Nú matstovu-vinnan eftirlýsir kokkaútbúgving í Føroyum, kunnu vit hyggja eftir, hvussu støðan er við hesari útbúgving.

 

30 av 47 vikum kunnu takast her heima. Eg havi skilt, at skúlin hevur í fleiri umførum roynt at fingið størri játtan, soleiðis at hetta økið kann upp raðfestast. – Talan er um 250.000 kr. við tilfari fyri hvørjar 10 vikur í skúla.

 

Um vinnan og politiski mynduleikin taka eina felags hond um hetta, so vænti eg, at vit kunnu fáa hesar pengar á fíggjarlógina. – Talan er jú um eina blómandi vinnu, har framtíðin sær ljós út og hevur stóran týdning fyri Føroyar.

 

Í dag ber tað til at taka hesa útbúgvingina á Tekniska Skúla í Klaksvík. – Skúlin er nýggjur við góðum umstøðum og er klárur til at taka í móti lærlingunum. Sum ein, ið sjálvur hevur nógvar lærlingar í læru, so vænti eg, at vinnan hugsar fyrst og fremst um at fáa lærlingarnar til Føroyar at ganga í skúla. –  Hetta ger tað bíligari fyri vinnuna, samstundis sum møguleiki er fyri at trekkja upp á lærlingarnar í tíðini, ið teir eru í skúla!

 

Um útbúgvingin skal takast á Glasir, so krevur tað, at okkurt annað verður nigurlagað har. – Tað er í verandi løtu ikki pláss fyri teimum útbúgvingunum, sum Glasir bjóðar fram.

 

Latið okkum byggja land við teimum møguleikum, ið vit hava í Føroyum, og brúka pengarnar hjá okkum á best skynsama hátt.

 

Tá ið tað verður hintað um, at íblástur ikki kann fáast uttanfyri Havnina, so eri eg ikki samdur. – Tað kann í øllum førum staðfestast, at tann matstovan, sum hevur fingið størsta matstovu-heiðurin, ikki liggur í Havnini!

 

Frimodt Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur