Fyribyrging og revsing av brotsgerðum ímóti børnum - her má henda nakað!

13. apríl 2021



Nelson Mandela segði einaferð: ”Tað er ongin neyvari avdúking av sálini í samfelagnum, enn, hvussu tað fer við sínum børnum.” (“There can be no keener revelation of a society´s soul than the way in which it treats its children").

 

Síðstu tvær vikurnar hevur Føroya Rættur í tveimum førum dømt persónar sekar í ræðuligum brotsgerðum, men í báðum førum er talan um syndarliga lágar dómar.

 

Tað hevur verið nógv frammi og fólk hava givið sínar harðu meiningar á sosialu miðlum, at dómarnir eru alt ov linir.


Er tað ikki ein stórur vandi, at hava so linar dómar til so grov brot?

 

Kann hetta ikki verða við til, at fleiri pedofilar ikki halda seg aftur, um teir hava møguleikar at snikka sær undan ella fáa minimalan dóm? - kanska tvørturímóti!

 

Ongin ivi má vera um, at tað eru børnini vit skulu verja. Slíkur ágangur ger óbótaligan skaða og kemur at fylgja teimum alt lívið.

 

Tað skaðar eisini umhvørvi, familju og annars allar staðir barnið ferðast.

 

Persónliga meti eg, at bestu inntriv eru at fáa strangari dómar, fyrningarfreistin skal verða avtikin, og so áttu vit at almannakunngjørt nøvnini á brotsmonnunum, so øll vita, hvørjum tey skulu verja seg ímóti.

 

Í skrivandi løtu er eitt uppskot til samtyktar í løgtinginum, um at heita á landsstýrið at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um barnaváttan. Hetta er ikki eitt lógaruppskot, men “bara” ein áheitan um at byrja eitt lógararbeiði.

 

Nógv uppskot til samtyktar eru samtykt uttan, at nakað er spurt burturúr, og tí gevur hetta lógaruppskot ikki nakra trygd fyri, at nakað víðari hendir í málinum.

 

Tá tað er sagt, so má og skal okkurt henda á hesum økinum, og um eg ikki fái trygd fyri, at nakað annað lógaruppskot er ávegis, so kenni eg meg noyddan at taka undir við hesum uppskotinum frá andstøðuni.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur