Ein heildarloysn má finnast til børn og ung við psykiatriskum diagnosum

19. apríl 2021



Eg havi seinastu tíðina víst á, hvørjari syrgiligu útbúgvingarligu og námsfrøðiligu støðu føroyskar familjur eru í, hvørs barn hevur fingið staðfest eina psykiatriska diagnosu sum t.d. ADHD, OCD, Tourette, Autismu, etingarólag, depressión, angist og onnur víðfevnd psykisk menningaróløg.

 

Somuleiðis havi eg upplýst um eina danska kanning, ið vísir, at danska samfelagið hevur nógvar útreiðslur av, at fólk við ADHD ikki verða loftað rætt; og hetta er allarhelst eisini galdandi í Føroyum.

 

Sum eg síggi tað, so eru tvey stig, ið mugu takast fyri at venda gongdini. Fyri tað fyrsta mugu vit síggja styrkirnar hjá hesum menniskjum, og fyri tað næsta mugu tænastur innan skúlatilboð og námsfrøðilig tilboð samskipast nógv betri enn í dag.

 

Tá ið tað kemur til hugburðin til framtíðarútlit hjá børnum og ungum við psykiatriskum diagnosum, meti eg, at vit kunnu lata okkum hugkveikja av Íslandi. Í Íslandi hevur mann ístaðin fyri at fokusera upp á, at fólk við t.d. ADHD og autismu hava tørvir, valt at fokusera upp á, at hesi børn/ung duga nakað heilt serligt, sum mann hevur ment. Hetta fokusið hevur havt við sær, at tá ið børnini gerast vaksin, fara tey næstan øll í parttíðar- ella fulltíðarstørv. Hesa íslendsku skipanina mugu vit granska og taka til okkum í Føroyum.

 

Harnæst er svarið at samskipa verandi útbúgvingarligu og námsfrøðiligu tænasturnar í Føroyum betur. Vit mugu fáa meira samstarv tvørtur um almennu geirarnar, og vit mugu fáa meira tvørprofessionelt samstarv til frama fyri bestu menning hjá hesum børnum. Sum nú er, uppliva foreldur, at tey mugu renna aftur og fram til eina rúgvu av almennum myndugleikum og stovnum, sum ikki tosa saman sínámillum. Somuleiðis fáa foreldrini ofta at vita frá einum stovni, at ”hatta taka tey sær ikki av, og at foreldrini tí mugu leita sær hjálp hjá onkrum øðrum” - og so skulu foreldrini aftur til at renna til ein annan myndugleika, har tey ofta fáa sama svar.

 

Sjálvt um tænasturnar mugu samskipast betur, so meti eg ikki, at tað er ráðiligt at upprætta nýggjar fysiskar stovnar. Hetta grundi eg á, at ráðstevnan ”Kná børn” fyri tveimum árum síðani vísti, at vit í Føroyum longu frammanundan hava eina ovurstóra mongd av tænastum til børn og ung. So svarið er heldur at menna útbúgvingarlig og námsfrøðilig samstørv til frama fyri hesi børn og ungu. Eg hugsi hesi samstørv ikki sum ein kappingarneyta til “Tí Góðu tilgongdini”, sum fokuserar meira breitt, meðan eg hugsi meira snævurt um útbúgvingarlig og námsfrøðilig samstørv til børn og ung við psykiatriskum diagnosum.

 

Til slík útbúgvingarlig og námsfrøðilig samstørv kunnu vit læra serliga av tveimum rákum, ið vit síggja í øðrum londum innan skúla- og námsfrøðiligar tænastur til børn og ung við psykiatriskum diagnosum.

 

Tað fyrsta rákið er, at tað mugu setast nakrir samskiparar rundan um einstøku børnini. Sjálvt um eg havi nevnt, at tað ikki er ráðiligt at stovna nýggjar stovnar, so vísa royndir aðrastaðni, at samstørvini virka best, tá ið tey vera bundin saman av samskiparum rundan um einstøku børnini, eins og vit kenna skipanina við demenssamskiparum í eldratænastum í Føroyum.

 

Hartil er tað nýggjasta rákið í øðrum londum, at tvørgeiralig og tvørprofessionell átøk ofta vera skipað partvíst sum talgildar miðstøðir á netinum, har ymsir stovnar og foreldur møtast og samstarva virutuelt. Sí t.d. https://www.adhdmoodbehaviorcenter.com/, sum er ein fyritøka, ið veitir m.a. terapi til børn við AHDH og teirra foreldur yvir netið, og sí eisini

 

https://sandiegoadhdcenter.com/, sum er ein heilsufrøðilig tænasta, ið ger eina meting av førleikum hjá børnum við ADHD og eina meting av tørvi á sernámsfrøðiligari hjálp til hesi børn; og síðani gevur miðstøðin lokalum lærarum neyva eftirútbúgving yvir netið, og sum er málrættað til einstaka barnið - samstundis sum foreldrini fáa kunning yvir netið um sosialfakligar tænastur.

 

Tað kann tykjast ópersónligt, at slíkt samstarv fyrst og fremst fer fram á netinum, og tað er tað eisini í ávísan mun, men tað hevur víst seg at vera sera munagott. Á okkara leiðum er Henrik Rindom í Novavi vorðin kendur í Danmark fyri at veita partvíst talgilda viðgerð til fólk, ið eru bundin at alkoholi ella rúsevnum - sum hevur eydnast væl.

 

Fyrimunurin við talgildum tænastum er, at tað er ikki neyðugt at staðseta eitt nýtt fysiskt kontórøki, men at tað mesta av samskiftinum millum starvsfólk á ymsum stovnum í Føroyum, fer at fara fram á netinum - og harvið verður flutningstíð spard; tað kann saktans vera ein skúli í Suðuroy, Sernám í Havn, foreldur í Suðuroy, frítíðarskúli í Suðuroy og psykiatriski depilin, sum skulu møtast regluliga. Somuleiðis er lættari at veita upplæring til starvsfólk, tá ið generell skeið og fyrilestrar liggja tøk á einum digitalum palli, ið starvsfólk taka eftir tørvi, ístaðin fyri at bíða eftir tí eina skeiðinum, ið er einaferð um árið; somuleiðis er lætt at fáa serfrøðingar úr øðrum londum at halda skeið fyri føroyskum brúkarum á netinum. Upplagt er at nýta nýggja telduundirstøðukervið hjá Talgildu Føroyum til slíkar eventuellar talgildar miðstøðir.

 

Eg vóni, at løgtingsmenn, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og hansara fyrisiting vilja arbeiða seriøst fram ímóti at taka hesi tvey einføldu stig:

 

1) at vit taka íslendsku skipanina og hugburðin til okkum

2) at stovnseta tvørprofessionell samstørv við samskiparum og partvíst sum miðstøðir á netinum

 

Tað er sjálvandi ein meirútreiðsla at seta samskiparar, men sum eg vísti á í fyrru greinini um sama evni, so verður hetta ein sparing hjá landinum í longdini, tí vit kunnu fáa hesi børn og ungu í meiningsfull størv, tá ið tey gerast vaksin.  

 

Og so vóni eg, at landsstýrismaðurin og landsstýrið hava vilja til at gera eina eingangsíløgu í at grundleggja ávikavist:

 

- eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn við ADHD

- eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn við Autismu

- eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn við OCD, Tourette og annað víðfevnt psykiskt menningarólag og

- eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn og ung við angist, depressión og etingarólagi

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur