Politiskt undirhald størri týdning enn rúsevnistrupulleikar

23. apríl 2021



Kjakið um hvørt Kringvarpið - og føroysku stóru miðlarnir í heila tikið - eru politiskt litaðir ella ikki, stingur seg javnan upp.

 

Eg kundi gott hugsað mær at givið eitt litið íkast til hetta kjakið.

 

Í seinastu viku tendraði eg fyri Fólkatings-Sjónvarpinum fyri at fylgja við í kjakinum millum floksformenninar á Fólkatingi og ikki minst fyri at hoyra, hvat okkara umboð, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, høvdu at siga okkum frá av fólkatingsins røðarapalli.

 

Sambandsfloksins umboð Edmund Joensen tosaði í síni røðu um eina sera viðkomandi avbjóðing, nevniliga rúsevnistrupulleikan í Føroyum og vantandi fongsulsfacilitetirnir í Føroyum, og hvat ið krevst fyri at koma hesum trupulleika til lívs.

 

Les: Røða til kjak millum floksformenn

 

Javnaðarfloksins umboð, Sjúrður Skaale, tosaði hinvegin um eitt fyri meg heldur lítið týðandi mál. Hann umrøddi múrin kring Amtmannsborgina, sum hann meinar eigur at verða niðurtikin - sloganið frá Berlinmúrinum ”Tear down this wall” varð brúkt.

 

Hvussu eitt slíkt mál um ein múr, sum hevur staðið í Tórshavn í væl omanfyri 100 ár, skal koma fyri á Fólkatingi, dugi eg illa at síggja logikkin í, annað enn, at tað er politiskt show.

 

Hóast alt var tað múrurin, sum fekk eitt heilt innslag í Degi og Viku dagin eftir, og ikki eitt orð varð grett um alvorsmálið, sum Edmund umrøddi. Eg haldi, at tað er margháttligt, at eitt relevant mál, sum hevur stóran týdning fyri alt Føroyar ikki eisini fær eitt orð á vegnum. Hetta er eitt mál, sum veruliga hoyrir til á Fólkatingi, tí Kriminalforsorgin jú er eitt ríkismál.

 

Hvat er týdningarmiklast í dagsins tíðindaflutningi og politikki í heila tikið, kann ein so spyrja?

 

Er tað, at ein lyftir eygnabrýrnar, flennir eitt sindur og undrast, ella at ein hevur eina politiska skrá, ið veruliga kann flyta ting, og gera gott fyri samfelagið? Ella handlar tað í grund og veru um politiskan lit?

 

Tað kemur ferð eftir ferð bak upp á meg, hóast mong ár í politikki, og ein ikki átti at undrast meira, hvussu týðuligt tað er í miðlaflutninginum, at hesin er sera selektivur og gevur ávisum politikarum størri rúmd enn øðrum.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur