Flaggrøða varaborgarstjórans: Føroyingar hava staðið øksl ímóti øksl

26. apríl 2021


Í Kaldbak var eisini flaggdagshald, og røðari var Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Varaborgarstjórin legði í sínari røða dent á savnandi megina, sum Merkið hevur.


Flaggdagshald hava veirð kring landið í dag. Størsta haldið var á Vaglinum á Havn, har meira enn túsund fólk vóru savnað til hátíðarhaldið. Bergtóra Høgnadóttir bar fram flaggrøðuna.

 

Í Kaldbak var eisini flaggdagshald, og røðari var Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Varaborgarstjórin legði í sínari røða dent á savnandi megina, sum Merkið hevur.

 

Her er røðan, sum varaborgarstjórin flutti fram í Kaldbak seinnapartin. 

--- --- ---

 

Góðu tit øll, sum eru møtt her í Kaldbak - góðan dagin og hjartaliga vælkomin til flaggdagshald.

 

******

Tað er mær ein stórur heiður at standa her í Kaldbak flaggdagin - hetta er dagurin til minnis um, at føroyska flaggið varð góðkent sum tjóðarmerki 25. apríl í 1940.

 

Fyri meg persónliga er tað eisini nakað heilt serligt at sleppa at halda flaggdagsrøðu í Kaldbak, her sum langomma mín er frá.

 

******

Flaggdagurin er ivaleyst tann dagurin, sum er við til at savna flest allar føroyingar sum tjóð og fær okkum at kenna okkum sum éitt fólk við felags mentan, felags søgu, felags máli, felags siðvenjum o.a.

 

Merkið minnir okkum á stríðið at byggja land og á okkara felagsskap sum borgarar og alt, sum bindir okkum saman sum éitt fólk.

 

Merkið umboðar okkum sum føroyingar og er ein ímynd av øllum tí, sum vit eru góð við, standa fyri og eru stolt av.

 

Vit vita eisini, at Merkið í stóran mun savnar tjóðina, serliga tá vit eru umboðað til tiltøk í altjóða høpi, t.d. í sambandi við ítrótt og ferðavinnu.

 

Sterkar kenslur renna í gjøgnum okkum, tá vit í fremmandum landi óvæntað síggja eitt skip undir føroyskum flaggi. Ella tá ið vit síggja eitt lítið føroyskt flagg seymað á skúlatasku hjá føroyskum studenti í evropeiskum stórbýi.

 

Merkið er okkara flagg. Vit eru øll góð við tað, vit virða tað, og vit brúka tað bæði í gleði og sorg, til gamans og álvara.

 

Alt tað, sum Merkið stendur fyri hevur týdning fyri, at vit kunnu taka okkum væl av hvør øðrum, virða hvønn annan, standa saman og lyfta í felag.

 

******

Nú um flaggdagstíð eru vit farin um summarmáladag. Hesar dagar síggja vit mongu fuglarnar byggja sær reiður, teir flúgva skundisliga aftur og fram við tilfari. Lembingin er eisini byrjað, og mong eru  smálombini, sum spæla á bønum. Og meðan fuglurin liggur á reiðrinum og lombini vaksa, so skiftir landið lit - heiðar og líðir grønka og villu blómurnar geva landinum nýggjan ham.

 

Og tess vakrari gerst Merkið.

 

Hetta fær meg at minnast okkara forfedrar við takksemi - vit, sum hava fingið ein góðan førning frá teimum at bera víðari.

 

Hesar upplivingar og góðu kenslur gerast bara enn sterkari, tá eg hugsi um, at vit síðan mars í fjørð meira og minni hava havt samfelagið afturlatið og dagligdagurin vendur á høvdið, hetta vegna koronafarsóttina. Vit hava hesa tíðina á ymiskan hátt følt okkum ótrygg og frælsi sum vit kenna tað, hevur verið avmarkað munandi.

 

Nú er kortini ljós fyri framman!

 

******

Tá mann sær okkara Merkið veitra í húnar hátt, fellur ein friður yvir meg - tí í hesum landi vil eg liva í samljóði við míni medmenniskju í okkara vakra landi. Her hava føroyingar staðið øksl ímóti øksl, og tikið tey tøk, sum eru neyðug fyri, at vit í dag hava tað so gott og trygt.

 

Men tað er langt frá, at øll kring um í heiminum hava tað gott. Í nógvum londum eru menniskju, sum líða undir  politiskum grammleika, einaræði og harðskapi, og har fólk ikki kunna siga sínar meiningar alment uttan forfylging - tí valdsharrarnir ikki tola aðrar meiningar enn teirra egnu og gloyma fólkið.

 

******

Ikki altíð hevur Merkið boðað frá góðum. Vit hava hoyrt okkara forfedrar sagt frá, tá sluppirnar ella skip komu inn á vágna, har okkara Merkið veitraði í hálvari stong, tí ein av okkara var farin í harrans hendur í arbeiði fyri okkara land.

 

Tað eru nógv sjófólk, sum hava baldrast á havinum og sum ikki hava borið boð í bý aftur, tá er Merkið vundið í hálva stong og í stillum hava fólk dropið høvur fyri teimum, sum eftir stóðu uttan ein mann og pápa, sum fekk eina váta grøv.

 

Merkið savnar og styrkir okkum - eisini tá menniskjaligar vanlukkur og stór sorg rakar okkum.

 

******

Í fjør varð um allan heim hátíðarhildið, at 75 ár vórðu liðin síðani annar heimsbardagi endaði. Eisini í Føroyum varð hetta hátíðarhildið. Millum annað hevði býarsavnið í Havn stórfingna framsýning um krígsárini.

 

Tað er trupult hjá okkum, sum fødd eru væl eftir kríggið, at ímynda okkum ræðuleikarnar. Tó at vit í Føroyum ikki vóru beinleiðis í kríggi, so varð landið hertikið av bretum, sum vóru her í túsundatalið at verja okkum og forða týskarum at koma hendaveg.

 

Og kríggið rakti eisini okkara oyggjaland meint. Sigling undir krígnum var vandafull, men neyðugt var at sigla. Minnisvarðin í viðarlundini í Havn sigur syrgiligu søguna um teir 210 føroysku sjómenninar, sum lótu lív undir krígnum. Tey eftirsitandi vóru nógv fleiri.

 

Hertøkan av Føroyum var bara nakrar dagar gomul, tá flaggsøga okkara - søgan hjá Merkinum, gerst partur av søguni um seinna heimsbardaga.

 

Sum flagg er Merkið eldri enn kríggið, men við krígnum metti bretska hervaldið neyðugt at eyðmerkja føroysku skipini, tí við donskum flaggi kundu tey ikki longur sigla. Bretar avgjørdu tí henda dag í 1940, at føroysk før skuldu flaggað við Merkinum.

 

Við hesum gjørdist Merkið okkara merki millum onnur heimsins merki og siglandi tjóðir. Við heimastýrislógini varð Merkið endaliga viðurkent sum flagg Føroya.

 

******

Eg eri stoltur, tá vit á okkara flaggdegi síggja okkara ungdóm ganga  við Merkinum, og rættan og rankan koma “marsjerandi” oman á Vaglið við merkinum fremst.

 

Hetta er okkara stolti ungdómur, sum kappast í ítrótti o.ø. - hetta er okkara komandi ættarlið, sum skulu taka við sær okkara førning og bera hann víðari.

 

Sjálvur havi eg umboðað Føroyar sum ítróttamaður. Tað er serstøk kensla, ja, ein serstakur stoltleiki at standa undir Merkinum og umboða Føroyar í dysti móti aðrari tjóð. Alskurin til landið og virðingin fyri fólkinum, sum savnað er í Merkinum, vekist og veksur - tað standa vit øll saman um.

 

Spennandi løta verður eisini, tá Sverri Sandberg Nielsen í summar fer at rógva um Olympiskan heiður í árabáti við føroysku flagglitunum. Tá ornar blóðið.

 

******

Uttan mun til, hvør tú er, hvat tú ger, hvar tú kemur frá í landinum  ella hvønn politiskan lit tú hevur - so eru allir føroyingar stoltir av okkara Merki - og tað savnar okkum.

 

Jú, eg eri takksamur at búgva í Føroyum, sum mann vera eitt av teimum londum í heiminum, sum er best og tryggast at búgva í.

 

******

Sum kommunalpolitikari havi eg valt at bjóða meg fram at gera mun eftir besta førimuni og útinna tað, sum borgarin ynskir og hevur tørv á í kommununi -  og hetta royni eg at gera í samljóði og samstarvi við tykkum borgarar.

 

******

Takk fyri, at eg fekk høvið at halda mína fyrstu flaggdagsrøðu her í Kaldbaks bygd, har mínir forfedrar hava búleikast.

 

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum framhaldandi ein góðan flaggdag - og eitt gott vár og summar.

 

Takk fyri, at tit lýddu á!

 

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri


RN


Aftur