Brúkarin í fokus - tá um ræður almennar tænastur

29. apríl 2021



Politiskt vilja vit tað vit siga og gera tað vit siga - og tá talan er um samskipan av týdningarmiklum almennum tænastuveitingum til borgaran, eigur hetta at gerast við lóg.

 

Tíðin er komin, at vit í løgtinginum taka lógvatak saman - samgongan saman við andstøðuni - og vísa í verki, at vit vilja tryggja, at ongin borgari, sum verður raktur av sjúku, breki ella sosialum trupulleikum, dettur niðurímillum, og at okkara medborgarar fáa tær samanhangandi tænastur, sum tey hava brúk fyri, tá tørvur er á tí, fyri at klára seg í dagligdegnum.

 

Vit hava alt ov nógvar sorgarsøgur, sum vísa manglandi tænastur og samskipan av hesum frá tí almenna. Avvarðandi, sum renna frá einari skipan til aðra í nøkrum stirvnum skipanum, sum ikki tosa saman. Vit vilja tí, at einfaldar og samanhangandi tænastur skulu veitast so skjótt sum gjørligt.

 

Vit kunnu fegnast um, at í dag hevur eitt samt løgting tikið undir við .... “at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu størri samanhangur og samskipan kann setast í verk innan almenna geiran, heruppií uppskot um neyðug átøk hesum viðvíkjandi.” Her er talan bæði um land og kommunur.

 

Vit hava eina ørgrynnu av almennum tænastum, men veruleikin er, at tað er trupult at síggja tær og fáa tær at virka eftir endamálinum. Tað er tí ein stórur tørvur á tænastum frá tí almenna, sum eru einfaldar og samanhangandi - éin inngongd fyri brúkaran.

 

Tað er ikki nøktandi, hvørki fyri tey raktu av sjúku, breki ella øðrum sosialum trupulleikum, ella teimum avvarðandi, at verða send frá einari skipan til eina aðra. Fyri starvsfólkini er verandi skipan heldur ikki nøktandi og kann skapa mistrivna.

 

Borgarin skal hava eina heildartænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina.

 

Brúkarin skal í fokus við einføldum og samanhangandi tænastuveitingum.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur