Føroyar vilja hava eitt burðardygt Arktis

20. mai 2021



Løgmaður hevði orðið í arktiska ráðnum í Reykjavík fyrrapartin, har hann millum annað legði dent á føroyska leiklutin í arktis, og vaksandi týdningin hjá arktiska ráðnum í sambandi við veðurlagsbroytingar.

 

“Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi. Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum - eisini arktiska havinum. Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av teimum,” segði løgmaður millum annað í røðuni.

 

Áðrenn fundin fekk løgmaður millum annað amerikanska uttanríkisráðharran Anthony Blinken og russiska uttanríkisráðharran Sergej Lavrov.

 

Seinnapartin í dag fer løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug Þór Þórarson.

 

Arktiska ráðið samtykkir strategiska ætlan

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum.

 

”Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum - eisini arktiska havinum.”

Bárður á Steig Nielsen

 

Ætlanin, sum limalondini hava arbeitt við, og sum íslendski formansskapurin hevur staðið á odda fyri, er býtt í trý høvuðsøki: (1) umhvørvisverja, (2) burðardygg sosial og búskaparlig menning og (3) eitt styrkt arktiskt ráð. Arktis hitnar tríggjar ferðir skjótari enn flest onnur øki í heiminum, og tí fyltu veðurlagsbroytingar nógv á fundinum hjá arktiska ráðnum fyrrapartin.

 

Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endar í dag, og Russland tekur yvir formansskapin næstu tvey árini.

 

Myndir: Løgmaður skiftir orð við amerikanska, russiska, danska og norska uttanríkisráðharran áðrenn fundin í arktiska ráðnum.

 

Les eisini: Føroyar vilja hava eitt burðardygt Arktis


RN


Aftur