Tjóðveldi dregur ta gomlu fullveldisætlanina framaftur

25. mai 2021



Tjóðveldi helt floksting í vikuskiftinum, har gamla fullveldisætlanin bleiv drigin framaftur og avstøvað. Ein av boðskapunum frá flokstinginum var, at heildarveitingin úr danska ríkiskassanum skal burtur í komandi valskeiði. Hetta hava vit hoyrt mangan fyrr (sum oftast meðan Tjóðveldi hevur verið í andstøðu), men nú ljóðar tað sum at tey meina tað í álvara.

 

Eg havi lagt til merkis, at seinastu tíðina eru fleiri fullveldisfólk farin at skriva nógv um hetta evnið, og afturvendandi boðskapurin er, at fyri 20 árum síðani spáddu mong, at tað fór at ganga illa við fíggjarstøðuni hjá landskassanum um ríkisveitingin minkaði, men at søgan hevur prógvað tað øvugta.

 

“Tey flestu vilja skriva undir uppá, at tær ræðumyndir, ið vóru málaðar á veggin, høvdu einki hald í veruleikanum,” segði Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing á flokstinginum.

 

Men hetta er ein “tillagaður sannleiki”.

 

Kjakið fyri 20 árum síðani snúði seg nevniliga ikki um at lækka heildarveitingina við 366 mió. krónum, men ætlanin var at taka alla veitingina burtur. Tað sum bleiv tikið burtur var “bara” umleið ein triðingur av tí sum tey ætlaðu.

 

Tað er rætt at tað hevur gingið væl í føroyska búskapinum síðani, serliga tí at alivinnan kom fyri seg aftur, og makrelurin fann sær eitt annað ferðingarmynstur. Men landskassin hevur ikki havt tað so gott hesi árini.

 

Í 2001 var avlopið hjá landskassanum 697 mió. krónur, men longu árið eftir (tá heildarveitingin minkaði) var avlopið bara 191 mió. krónur og í 2003 kom tað heilt niður á 22 mió. krónur. Árini síðani hevur landskassin havt eitt meðal undirskot á 114 mió. krónur um árið, hóast framleiðslan í landinum er trífaldað.

 

Eg veit væl, at tað ber altíð til at siga, at onkur annar kundi havt stýrt betur, men her skulu vit minnast til, at enn er bara ein triðingur av heildarveitingini skorin burtur. So kunnu vit ímynda okkum støðuna, um alt varð skorið burtur í 2002. Kristina Háfoss plagdi eisini at siga (meðan hon var í andstøðu), at forskattingin av pensjónum skuldi ikki teljast við í avlopið, tí hon var bara “lán frá okkara eftirkomarum”. Her er forskattingin (einar 300 mió. krónur um árið) tald við, og kortini er úrslitið so vánaligt.

 

Og nú ætla tey longu í næsta valskeiði at sleppa okkum av við hinar báðar triðingarnar sum eftir eru av heildarveitingini. Spennandi verður at síggja hvørjar almennar tænastur tá verða spardar burtur.

 

Vanliga svarið er, at vinnan skal rinda meira, men tað tykist lættari sagt enn gjørt. Undanfarna samgonga skuldi krevja nógv meira inn frá fiskivinnuni og alivinnuni, men tað munaði lítið. Vit hoyra tey siga, at samlaða avlopið tey fýra árini var 1,4 milliard, men tá eru 2,6 milliardir í heildarveiting taldar við umframt forskattingin av pensjónum, sum í einum fýraáraskeiði gevur einar 1.200 mió. krónur, so hetta hongur als ikki saman. Uttan heildarveiting og forskatting av pensjónum var talan um eitt undirskot á 2,4 mia. krónur hesi fýra gullárini í føroyska búskapinum.

 

Búskapurin hevur blómað seinnu árini m.a. tí at makrelurin fann sær eitt annað ferðingarmynstur, men vit eiga onga trygd fyri, at tað fer at halda fram. Vit kunnu bara vóna tað besta, men hvat gera vit um makrelurin rímur, meðan Tjóðveldi og teirra samstarvsflokkar lækka árligu inntøkurnar við 642 mió. krónum afturat?

 

Helgi Abrahamsen
næstformaður Sambandsfloksins


RN


Aftur